Hondbóltur

Føroyar vunnu við sjey málum

Dysturin móti Norðurmakedonia endaði 34-27 – spurningurin er um sjey máls leiðla er nóg mikið í Skopje sunnukvøldið.

Vilhelm Poulsen stórfegnast (Mynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen stórfegnast (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-08 21:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar vunnu ein flottan sjey máls sigur í Ítróttahøllini á Hálsi í kvøld.

34-27 gjørdist úrslitið.

Men vit kunnu ikki annað enn at iðra okkum um, at sigurin ikki gjørdist størri. Tí føroyska liðið hevði møguleikar til at skora nógv fleiri mál, enn teir gjørdu. Har vóru heldur nógvir mistir bóltar.

Tó mugu vit siga, at tað var eitt mannfólkaavrik, sum unga føroyska liðið vísti í kvøld.

Tí teir møttu einum stríðsfúsum liði, sum ikki himpraðist við, ja, at taka til harðskap fyri at verja seg móti føroysku álopunum.

Í verjuni vísti føroyska liðið klassa. Teis var ein brandur í verjuni saman vil serliga Pæturi Mikkjalsson, Vilhelm Poulsen og Tróndi Mikkelsen og Petur Krogh í fyrsta hálvleiki, og Helgi Hoydal eina løtu í seinna.

Og í álopinum var tað Elias Ellefssen á Skipagøtu, sum var tann glampandi stjørnan. Vit skulu vera takksom fyri, at tað eydnaðist honum at gerast klárur til henda týdningarmikla dystin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Elias spardi seg ikki. Gjørdist føroyskur toppskjútti og var, sum vant, heilin aftan fyri føroyska álopsspælið við hópin av fríspælingum til sínar viðspælarar.

Men eisini aðrir føroyskir leikarar vísstu klássa í álopsspæli. Óli Mittún – sjálvandi – og eisini nýkosni bundesligaspælarin Vilhelm Poulsen á høgra bakki. Vengurnir blómaðu eisini til tíðir – í kvøld var tað Leivur eitt vet meira enn Hákun. Teir fingu báðir fimm mál, men Leivur fekk fleir av veinginum, enn Hákun fekk.

Spurningurin nú  er, um sjey mál er nóg stór leiðsla at hava við til Skopje í Norðurmakedonia.

Heimavøllurin í norðurmakedonska høvuðsstaðnum er ein tiltikin skansi hjá makedonska landsliðnum. Og við eini heilari høll av heimaáskoðarum í rygginum er vandi fyri at makedonska mótstøðan sunnudagin verður uppaftur ógvusligari, uppaftur harðari og uppaftur kontantari enn í kvøld.

Sum onkur plagdi at siga. Onki er avgjørt enn

Les umrøðuna av fyrra hálvleikinum her

Playoff-dystur til HM endaspælið

Mikukvøldið 8. mai í høllini á Hálsi

Føroyar – Norðurmakedonia 34-27 (18-14)

Føroysku málskjúttarnir:

Elias Ellefsen á Skipagøtu 10 mál
Óli Mittún 6 mál
Hákun West av Teigum 6 mál
Vilhelm Poulsen 5 mál
Leivur Mortensen 5 mál
Kjartan Johansen 1 mál
Teis Horn Rasmussen 1 mál

Dystargongdin:

5 min: 4-2
10 min: 7-5
15 min: 9-7
20 min: 11-8
25 min: 15-10
30 min: 18-14

35 min: 22-16
40 min: 25-18
45 min: 25-18
50 min: 28-20
55 min: 30-23
30 min: 34-27


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder