Hondbóltur

Føroyingar fyrireika seg til dystirnar móti Týsklandi

Føroyska manslandsliðið skuldi spæla móti Hvítarusslandi í hesari vikuni. Ístaðin verður landsliðssteðgurin nýttur at brýna seg til stóru avbjóðingina, sum er um beint undir ein mánaða.

2022-03-17 12:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Upprunaliga skuldi Føroyar spæla fyrra play-off dystin í 2. umfari í HM-undankappingini í gjár - á heimavølli móti Hvítarussland. Síðst í februar gjørdist tó greitt, at Føroyar fara víðari uttan dyst, av tí at Hvítarussland er útihýst av altjóða hondbólti fyribils - hetta tí at Hvítarussland alment stuðlar russisku innrásini í Ukraina.

Les eisini: Dystirnir móti Hvítarusslandi verða ikki leiktir - Føroyar skulu spæla móti Týsklandi í páskavikuni

Landsliðssteðgur er á manssíðuni í Evropa, og í hann brúka Peder Bredsdorff-Larsen, hansara toymi og liðið til at fyrireika seg til stóru uppgávuna í apríl, tá tveir dystir móti Týsklandi eru á skránni. Týskarar eru risafavorittar - samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið, sum verður í januar 2023.

Manslandsliðið hevur venjingar í høllini og so eisini styrkivenjing í Burn, har leikararnir vóru fyrrapartin. Millum leikararnir, ið venja við, eru millum annað blaðungi hoyvíkingurin Óli Mittún, ið hevur gjørt um seg í júst Burn-deildini í ár, og sum skiftir til Sävehof í summar. 

[object Object]
Mynd: Hondbóltssamband Føroya

[object Object]Við máli frá Teis Horn Rasmussen í seinasta minuttinum bastu Føroyar Italia (Mynd: Sverri Egholm)

Um hugt verður eftir úrslitunum í gjár er millum annað áhugavert at síggja, at styrkismetta Slovenia, ið hevur staðið seg væl í teimum flestu av teimum seinastu endaspølunum, akkurat megnaði at knógva Italiu. Slovenar vunnu við einum máli - eins og Føroyar gjørdu móti Italia í Høllini á Hálsi í januar. 

Í vikuskiftinum verður greitt, hvørji lið koma til seinasta umfarið í undankappingini. Føroyar spæla í Týsklandi li mikudagin 13. apríl og á heimavøll leygardagin 16. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder