Í kvøld var triði og seinasti upp- og niðurflytingardysturin millum Kristiansand og Melhus. Tey høvdu vunnið hvør sín frammanundan, men á heimavøllinum hjá liðnum sum í ár hevur spælt í bestu deildini var eingin ivi.
Kristiansand legði beinanvegin sjógv ímillum seg og avbjóðararnir. Tað var 18-12 í steðginum, og tað endaði 37-28.
Teir tríggir føroysku landsliðsspælarararnir gingu á odda: Bjarni í Selvindi við einari rúgvu av málum og uppleggum, Helgi Hildarson Hoydal við málum, og sterkum screeningum umdramt verjuspæli, og Tróndur Mikkelsen við serliga góðum avriki í verjuni.
Bjarni hevur verið lyklaspælari seinastu mánaðirnar, og í kvøld skoraði 21-ára gamli skálamaðurin heili 11 mál og legði upp til átta afturat. Harvið var bakkurin, sum í summar skiftir til Val í Íslandi, toppskjútti og spælarin við flestu uppleggum í dystinum.
Helgi Hildarson Hoydal spældi eftir øllum at døma sín seinasta dyst fyri Kristansand, og tað gekk bara væl. Nú eru stórar landsliðsuppgávur á skránni hjá Helga og landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Helgi Hildarson Hoydal var næstbesti málskjútti við seks málum, og 28-ára gamli strikuspælarin vað kostin dagsins spælari. Hann leitar nú aðrar leiðir - júst hvar er ikki greitt.
Tróndur Mikkelsen er komin fyri seg eftir skaða(r), og í dag vardi havnarmaðurin ógvuliga væl á bakkinum, umframt at hann skoraði trý mál og legði upp til trý afturat.
Tryggur sigur og tað merkir, at Tróndur kann halda fram í bestu norsku deildini. Hann hevur sáttmála við Kristiansand fyri næsta kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald