2019-06-11 09:53
Fleiri enn 3000 fólk vóru á Tórsvølli í gjárkvøldið og sóu dystin millum Føroyar og Norra. Løgreglan var klár til uppgávuna og var vælmannað til at halda skil á stóru mannamúgvuni.
Av teimum 3000 áskoðarunum til dystin vóru nógvir norðmenn, sum høvdu leitað sær til Føroyar at síggja dystin. Tá útlendingar koma leiðina her til er ikki óvanligt at lagið gerst gott og at tað verður smakka sær á. Tí sóust eisini nógv fólk eftir dystin, sum høvdu fingið eitt sindur niðurum.
Men løgreglan hevði ongar trupulleikar av mongu fólkunum í samband við dystin. Av løgreglustøðini verður sagt at øll skikkaðu sær væl, og at løgreglan púrt einki fekk at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald