Fótbóltur

Føroyingar og sviar á Friends Arena

Venjingar og tíðindafundir eru á dagsskránni í Solna, ið liggur beint norðanfyri Stokkhólm, har Føroyar og Svøríki spæla í annaðkvøld.

Sambært Lars Olsen hevur miðverjin Odmar Færø ein snudd (Mynd: Sverri Egholm)

Sambært Lars Olsen hevur miðverjin Odmar Færø ein snudd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-17 08:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stokkhólmur, Svøríki (Portalurin) - Føroyski landsliðshópurin kom til Svøríkis beint fyri midnátt fríggjadagin. Eftir dystin á Ullevaal í Oslo, har føroyska liðið tapti 4-0, hevur føroyski leikarahópurin hugsavna seg um at reisa seg til seinastu uppgávuna í hesum endaspælinum.

Hon er móti liðnum hjá Janne Anderson, ið spældi seg til EM-endaspæli við góðum 2-0 sigri í Rumenia fríggjakvøldið. Harvið hevur Svøríki ikki tað stóra at spæla fyri; tó kann tað hava nakað at siga fyri styrkismetingina til EM, um Svøríki missir stig ella vinnur heilt tepurt. Landsliðsvenjarin hevur váttað fyri svenskum miðlum, at fleiri broytingar verða á liðnum og ungir leikarar fáa møguleikan.

Hvussu nógvar broytingar verða á føroyska liðnum er óvist. Lars Olsen segði við Portalin eftir dystin í Oslo, at nakrar broytingar avgjørt koma, men at talan ikki verða um einar seks av slagnum. Til venjingina í gjár vandu teir fyrstu ellivu frá fríggjakvøldinum lætt (runnu av), meðan hinir vandi við meira inntensiteti. In.fo skrivar, at ivamál er um Odmar Færø, ið hevur ein snudd, og Klæmint Andrasson Olsen. Áleyparin fekk ikki gjøgnumført venjingina orskað av trupulleikum við knænum.

Svøríki hevur sína venjing á middegi og Føroyar klokkan 15:30. Bæði liðini hava tíðindafund í samband við venjing, og vit eru við á Friends Arena gjøgnum seinnapartin. EM-undankappingardysturin verður leiktir klokkan 19.45 í annaðkvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder