Fótbóltur

Føroyingar skulu spæla "finalu" um at koma í finaluna

Eftir flotta sigurin á Hvítarusslandi í morgun og sigurin hjá Ungarn á Spania, skulu U17-mennirnir hjá Føroyum og Ungarn dystast um finalupláss klokkan 14.45.

Føroyar vunnu við ellivu málum á Hvítarusslandi í morgun, og harvið er lagt upp til avgerandi dyst ímóti Ungarn um eina løtu - Mynd: Harald Bjørgvin

Føroyar vunnu við ellivu málum á Hvítarusslandi í morgun, og harvið er lagt upp til avgerandi dyst ímóti Ungarn um eina løtu - Mynd: Harald Bjørgvin

2019-07-04 13:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U17-mennirnir hjá Føroyum gjørdu aftur í morgun vart við seg í Göteborg við 32-21 sigri. Spælið var sannførandi á so at siga allar mátar, og nú fyrireika Julian Johansen, Mark Marcher og leikararnir seg til komandi uppgávuna. Hon verður ímóti Ungarn, ið nú er tað einasta, sum stendur ímillum Føroyar og eitt finalupláss.

Ungarn vann greiðan 29-19 sigur á Spania. Hesu liðini spældu beint eftir Føroyar - Hvítarussland. Tað leikaði javnt á fyrstu stóru løtuna, men so líðandi trektu ungarar frá. Ungarn vístu styrki, og tað er greitt, at Føroyar fáa eina ógvuliga trupla uppgávu seinni seinnapartin. 

Vit hava sæð eitt føroyskt lið, ið hongur ógvuliga væl saman, har leikararnir eru sera ágrýtnir, hugsavnaðir og duga væl at halda høvdið kalt. Har eru eisini leikarar, sum kunnu avgera dystir, og tí kunnu føroyingar vera optimistiskir frammanundan spennandi dystinum. Javnleikur er nóg mikið; tað ella ein sigur sendur Føroyar í finaluna í European Open.

Fyrsta bríksl í Vanhalla Sportshall í Göteborg er klokkan 14.45 føroyska tíð. Dysturin kann síggjast á ehftv, og FM 1 hevur beinleiðis frásøgn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder