2024-07-14 19:39
51 prosent vænta, at Spania vinnur EM-finaluna móti Onglandi.
Seinnapartin hevur tað á Portalinum borið til at tippa um, hvør vinnur EM-finaluna millum Spania og Ongland.
(Mynd: EPA)
Hóast Spania er stórfavorittur eru tað heili 38 prosent, sum tippa Ongland til at vinna fyrsta steypið síðan 1966 tá enska landsliðið vann HM.
11 prosent hava svara, at tey ikki orka fyri fótbólti.
4402 brúkarar hava atkvøtt higartil, og til ber at atkvøða til dystarbyrjan klokkan 20. Dysturin sæst á DR1 og TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald