TMS Ringsted ger í ár bart í bestu donsku deildini og er í løtuni í gongd við meistaraspælið har. Tá eru GOG og Skjern millum annað á skránni.
Ein upggáva var á Frederiksberg í gjárkvøldið, har FIF tók ímóti í steypakappingini. Føroyingafelagið endaði nummar átta av teimum 14 liðunum í næstbestu deiildini og hevði ikki spælt dyst í beint yvir ein mánaða.
Um tað var eyka orka ella yvirskot skal ikki sigast við 100 prosent vissu, men FIF framdi íhvussu er stórt avrik og fekk nógv at rigga - serliga í álopinum.
Har var tað ein royndur føroyingur, sum stýrdi: Jónas Gunnarson Djurhuus. 27-ára gamli spælskiparin var í hopla. Hann fekk ferð og góðsku í, gjørdist toppskjútti við níggju málum og hevði eisini sjey upplegg - flest hjá FIF.
Jónas Gunnarson Djurhuus er ein av teimum frá EM-hópinum, sum ikki verður við til HM play-off dystirnar í næstu viku. Hoyvíkingurin vísti tó í gjár, at hann er heilt væl fyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jónas, ið ikki er úttikin til landsdystirnar móti Norðurmakedónia, var harvið stór orsøk til, at FIF megnaði at fremja hetta bragdið. Tað merkir, at FIF í næsta umfari eisini fær lið úr bestu deildini. Tað kann vera eitt av teimum heilt stóru - til dømis Aalborg ella GOG.
Danska steypakappingin koyrir yvir longri tíð, so tað verður ikki fyrrenn eftir summarsteðgin, at næsta umfar verður.
Í gjár býttu hoyvíkingarnar og landsliðsvengurnir, Leivur Mortensen og Jónas Dam Djurhuus, um leiktíðina á vinstra vongi. Leivur og Jónas skoraðu eitt mál hvør í flotta FIF-avrikinum.
Janus Dam Djurhuus, sum nú skal til Føroyar í samband við landsliðið, hevur í ár spælt við FIF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald