
Pristina, Kosovo (Portalurin) - Í gjárkvøldið vunnu Føroyar 3-1 á Malta á Tórsvølli í fyrsta dystinum í UEFA Nations League.
Seinnapartin fór føroyska ferðalagið við leiguflogfarið hjá Atlantsflog úr Vágunum. Kósin varð sett móti høvuðstaðnum í Kosovo, har nýggj avbjóðing er fyri framman.
Sí eisini:
Video: Átta málarar til Kosovo at hyggja eftir landsliðnum
Video: - Gevur eyka adrenalin at spæla fyri Føroyar
Nú eru føroyingarnir komnir væl uppá pláss á fimm-stjørnaða Swiss Diamond gistingarhúsinum mitt í Pristina. Her gistur hópurin og øll, ið hoyra til har, og harumframt eru teir áleið 70 føroysku áskoðararnir við.
Á ferðini var gott lag, og umstøðurnar á hotellinum mugu sigast at vera framúr.
Í morgin byrjar føroyska liðið av álvara at fyrireika seg til dystin mánakvøldið.
Portalurin er við á ferðini, og næstu dagarnar verður nógv tilfar at síggja.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald