THW Kiel vann í gjárkvøldið 29-23 á norðurmakedónska Eurofarm Pelister, og tað var við Elias Ellefsen á Skipagøtu sum toppskjútta, at Kiel legði seg á odda aftur í bólkinum.
21-ára gamli hoyvíkingurin skipaði spælinum hjá týska liðnum allan fyrra hálvleik, tá heimaliðið skoraði 19 mál. Haravð gjørdi 21-ára gamlo hoyvíkingurin sjálvur seks mál - harav fleiri heilt flott og heil sjálvur - og legði upp til seks onnur. Elias kom inn aftur á vøllin nakað inn í 2. hálvleik og gjørdi mun. Samanlagt rakt hann 8 og 8 (mál og upplegg)
Sí eisini:
Elias gjørdi bart móti norðurmakedónum
Video: Elias-framsýning í Kiel
Hæddarpunkt frá dystinum, har fýra av málum Eliasar eru við
Avrikið hjá nummar 71 móti norðurmakedónska liðnum hevur fingið EHF at sett Elias á Skipagøtu á vikuliðið sum besta spælskipara, og er hetta ein flottur heiður hjá føroyingunum.
Har er føroysi landsliðsspælarin saman við millum annað Andreas Palicka og Kamil Syprzak úr PSG - málverja og strikuspælara - og íslendinginum Ómar Inga Magnussón úr Magdeburg.
Videobrotið, har liðið verður avdúkað við stuttum brotum, kann síggjast á Facebook-síðuni "EHF Champions League".
Sí eisini: Spennandi landsliðsmánaðir fyri framman
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald