Annað

Føroyingur vunnið HM í gokart

Ian Andersen vann kappingina Worldkart í Belgia herfyri.

Ian Andersen

Ian Andersen

2023-08-01 12:41 Author image
Innsent
placeholder

Føroyingurin Ian Andersen, sum fyrr hevur vunnið EM-kapping í gokart fyri deyv, hevur júst vunnið altjóða gokartkappingina “Worldkart” í Master-flokkinum. Hann var einasti deyvi kappkoyrarin í kappingini.

“Worldkart” hevur júst verið í Kortrijk í Belgia, og har eydnaðist tað Ian Andersen at vinna Master-flokkin og sostatt at koma at standa ovast á skamlinum við heiðursmerkinum.

- Dreymur mín at gerast heimsmeistari í Masterflokkinum í “WorldKart-kappingini” og at koma at standa ovast á pallinum við heiðurssteypinum er gingin út, sigur Ian Andersen.

Hetta er ein ófatilig kensla og ein løta, hann altíð fer at minnast.

- Eg eri bæði fegin og errin, og við avrikinum kann eg vísa umheiminum, at vit deyvu kunnu koyra eins skjótt, sum tey, ið hava ljóðið sum ein natúrligan part av sansum sínum, sigur hann.

Ian Andersen, sum er búsitandi í Danmark, er sonur tónleikaran, Judi Andeersen og mannin Frank. Ian er eisini systirsonur ein annan kendan tónleikara, nevniliga Óla Poulsen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder