Tað er heitt á oynni á Miðjarahavinum við nakað yvir 300 ferkilometrum og áleið 475,000 íbúgvum. Fyri teir mongu føroyingarnir er hatta ikki eitt vanligt kilma at vera í hesa tíðina av árinum. Í gjár vóru áleið 20 hitastig, og tað verður tað eisini í dag.
Føroyska liðið vandi í gjár. Hóast skuffandi dystin í Aserbadjan var hýrurin rímiliga góður, men leikararnir gjørdu samstundis greitt, at tað var als ikki gott nokk, og at týsdagin skuldu teir vísa nakað annað. Seinnapartin er aftur venjing; tað er tann almenna venjingin, har tíðindafundur við Lars Olsen og einum leikara verður áðrenn.
Sí eisini: Fyrra føroyska venjingin á Malta
Video: Nógv upp á spæl hjá Lars Olsen og Føroyum
Flestu føroysku áskoðarnir búgva á Corinthia Beach Resort - Marina Hotel, ið liggur við vøkru St George's Bay í Saint Julian's. Í hesum hugnaliga umhvørvinum taka føroyingarnir sær av løttum, kunnu millum annað njóta hitan og hugdu her eftir dystinum móti Aserbadjan í sjónvarpi.
Í kvøld er fjepparalandsdystur móti maltesiska svarinum uppá Skansan. Dysturin er til vælgerandi endamál
Les meira: Fjepparadystur á Malta
Eitt ávíst trýst hvílur yvir føroyska liðnum, ið skal minst hava eitt stig fyri at sleppa undan at enda aftast í bólkinum og detta í niðasta styrkisbólkin til komandi lutakast til EM-undankappingina. Tað er tó eisini ein spenningur í luftini, nú føroyska liðið hevur møguleika at reisa seg og enda væl í hesari kappingini frammanfyri mongu føroyingunum.
Fótbóltur
Føroysk dagsskrá á Malta
Føroyski hópurin kom til landið í gjár og hevur í dag tíðindafund og venjing á Ta' Qali leikvøllinum. Teir útvið 200 føroysku áskoðarnir seta eisini sín dám á feriuoynna.
Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava venjing í dag á Ta' Qali, og skulu seta út í kortið hvat skal til fyri at basa Malta í morgin (Mynd: Sverri Egholm)
2018-11-19 07:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald