Fótbóltur

Føroysk feløg áhugaði í fyrrverandi Stoke venjara

Íslendski Guðjón Thórðarson hevur vant Stoke og íslendska landsliðið.

2018-10-24 13:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Íslendskir miðlar skriva í dag, at fleiri føroysk fótbóltsfeløg eru áhugaði at fáa Guðjón Thórðarson hendan vegin.

63 ára gamli Guðjón Thórðarson hevur umframt fleiri íslendsk feløg verið venjari hjá íslendska landsliðinum frá 1997-199 og enska Stoke frá 1999-2002. Hann hevur ikki vant nakað felag síðani hann gavst í Grindavík í 2012. Hann hevur  starvast sum bussførari seinastu árini.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at tosað verður um at Guðjón Thórðarson kanska kemur til Føroyar. Íslendska heimasíðan fotbolti.net skrivar, at hann var um at gerast føroysku landsliðsvenjari fyri áleið 10 árum síðani og at hann eisini hevur verið uppá tal í NSÍ.

Fotbolti.net skrivar, at føroysku feløgini hyggja nú til Íslands eftir venjarum eftir framúr góða úrslitið hjá HB fyrsta árið við Heimir Guðjónsson á odda, har HB setti stigamet.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder