
Bólkur 4 í EM-undankappingini fyri blandaði lið varð leikt í Aire sur la Lys í Fraklandi um vikuskifti. Føroyar leiktu ímóti fronsku vertunum, Estlandi og til seinast Slovakia.
Føroyar taptu í einmansleiki og tvímansleiki hjá kvinnum og monnnum og í blandaðum tvímansleiki móti fryst Fraklandi og síðani Estlandi.
Í gjáramorgunin varð seinasti dysturin leiktur. Slovakia stillaði ikki upp til tvímansleik hjá kvinnum, so har vunnu Føroyar uttan dyst. Í tvímansleiki hjá monnum endaði fyrsta sett í fleiri eykabóltum, og Magnus Dal-Christiansen og Niclas Højgaard Eysturoy fylgdu væl við í øðrum setti móti slovakum. Tað endaði 24-22 og 21-16 til Slovakia. Í einmansleiki hjá monnum vann Bartal Poulsen 2. sett 21-16, men tapti 2-1.
Hóast føroyingar taptu allar dystirnar og so var menning at heinta í kappingini, og fremstu føroysku badmintonleikarnir umboðaði Føroyar á høgum støði.
Frakland vann bólkin við 4-1 sigri á Estlandi í gjár, og vann sær harvið rætin at spæla í "European Mixed Team Championships", ið verður í Keypmannhavn mitt í februar komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald