
Katowice, Pólland (Portalurin) Føroyska liðið vísti snildni, gott skil, kaldleika og mótstøðuføri móti Norðurmakedónia. So líðandi í 1. hálvleiki tóku Føroyar eitt sindur yvir, og í 2. hálvleiki vóru so at siga allatíðina nøkur mál á muni.
Dystargongdin Føroyar - Norðurmakedónia:
5 min: 2-3
10 min: 5-6
15 min: 8-8
20 min: 11-10
25 min: 13-13
30 min: 16-15
35 min: 18-15
40 min: 21-19
45 min: 23-20
50 min: 27-24
55 min: 30-25
60 min: 33-28
Norðurmakedónia royndi at koma innaftur, men føroyingar ristust ikki, hóast tað einaferð fór frá +6 til +3. Tað, at munurin gjørdist fimm mál samanlagt, kann fáa týdning seinni.
Óli Mittún gjørdi í løtum heilt, sum honum lysti. Umframt 15 mál legði nummar 78 upp til fleiri, og føroyski bakspælarin var ikki til at stýra fyri trilvandi norðurmakedónsku verjuna.
Ísak Vedelsbøl og Rókur Ziskason vóru sterkir á strikuni og í miðverjuni, og á høgra vongi kom Óla Jákup Gaard Olsen inn við kaldleika: Vestmenningurin skoraði fimm av seks skotum og var ein lykil í sigrinum.
Óla Jákup Gaard Olsen helt sum heild tungina mitt í munninum í dag (Mynd: IHF / Kollektiff)
Torstein Sivertsen við stórum innsatsi í málinum í dag: Hoyvíkingurin átti 11 bjargingar (Mynd: IHF / Kollektiff)
Fyrstu løtuna vantaðu bjargingar, meðan føroyingar eisini leitaðu eftir loysnini uppá longu norðurmakedónsku álopini og góðu skotini. Síðani kom Torstein Sivertsen inn í málið og hevði samanlagt 11 bjargingar - fleiri heilt stórar. Stórt avrik og Aleksandar Sasha Lacok kom inn til millum annað stóra brotskastsbjarging seint í dystinum.
Samanumtikið vóru føroyingar omaná móti liðnum, sum endaði nummar 9 til EM í fjør. Við sterka avrikinum er grundarlagið lagt, og um tvey stig koma til høldar móti Íslandi her í morgin, so kann man helst byrja at hugsa um meginumfar og annað spennandi í HM-endaspælinum.
Meira seinni
Rókur Ziskason og hinir vóru omaná í dag (Mynd: IHF / Kollektiff)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald