
Lat teg í føroysku litirnar og verð kanska Føroya fyrsti e-landsliðsleikari í fótbólti. Nýggja fótbóltskappingin hjá UEFA, eEURO 2020, er ein e-fótbóltskapping, har øll 55 UEFA-limalondini fara at dystast í telduspælinum eFootball PES2020 um at vinna evropameistaraheitið í e-fótbólti.
Soleiðis skrivar Fótbóltssamband Føroya um kappingina, ið byrjar í komandi mánaði. FSF og Føroya Tele skipa saman fyri kappingini.
Boðað verður frá, at kappingin verður skipað á líknandi hátt sum ein undankapping í fótbólti. Eftir at føroyska umboðið er funnið seinast í november, er næsta uppgávan undankappingin, sum verður á netinum í vár, og síðani einum endaspæli, sum verður í London í juli 2020.
Endaspælið í eEURO 2020 verður spælt samstundis, sum hálvfinalurnar í "veruliga" EM-endaspælinum eru á skránni í London. Vinnarin av eEURO 2020 fær atgongumerkjum til EM-finaluna á Wembley og eini peningaupphædd. Í spælinum, ið kappast verður í, ber millum annað til at spæla við René Shaki Joensen og hinum føroyingunum
Fyri at finna føroysk e-landsliðsleikararnir, verður fyrsta føroyameistarakappingin í e-fótbólti leikt. Kappingin verður skipað soleiðis, at innleiðandi umfør verða á skránni ymsa staðni, áðrenn finalan verður Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík 29. november.
Vinnarin av aldursbólkinum 16 ár og eldri verður Føroyameistari í sínum aldri og sleppur at umboða Føroyar í eEURO 2020-undankappingini, meðan vinnarin av aldursbólkinum 15 ár og yngri verður Føroyameistari í sínum aldursbólki. Krav er, at umboðið til EM er 16 ár ella eldri
Til ber at les meira um kappingina og melda til á heimasíðuni hjá Fótbóltssamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald