Hondbóltur

Føroyskt veður og sightseeing í Tróndheim

Føroysku hondbóltsmenninir vitjaðu dómkirkjuna, har Ólavur Heilagi liggur grivin. Eisini fyrireikaðu teir seg til dystin móti Noreg, sum verður leygardagin klokkan 15.45.

Nýggju Navia-troyggjurnar við

Nýggju Navia-troyggjurnar við "hondbóltstema", sum eru eitt samstarv millum HSF og Navia, komu til sín rætt í norska heystarveðrinum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2025-10-31 23:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast úrsltini sjálvi ikki eru í miðdeplinum í EM-fyrireikingarkappingini, so var tað helst ein beiskur biti hjá føroyingum at tapa tepurt fyri Niðurlondum í gjár. 

Les meira um dystin her: Føroyar taptu fyri Niðurlondum í óruddiligum dysti

Í dag komu spælararnir eitt sindur út um gistingarhúsið í Tróndheim - og ikki bara fyri at venja og fyrireika seg til næsta dystin í Golden League, sum verður móti norsku vertunum leygardagin klokkan 15.45.

- Manslandsliðið hevur sæð seg eitt sindur um í Tróndheimi í dag. M.a. vóru okkara og vitjaðu vøkru og stórfingnu dómkirkjuna, Nidarosdomen, har Ólavur Heilagi liggur grivin.

Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya. Harvið eitt sindur av norskari, og eitt sindur føroyskari, mentan á degnum, har dystarfrí er. 

Sí nakrar myndir frá degnum frá HSF.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder