Hondbóltur

Føroysku áskoðararnir hita upp í høllini

DJ Wenzel spælir føroyskan tónleik, andlitsmáling og gott lag. Teir umleið 200 fjeppararnir í Trier vera í sonnum HM-hýri tá dysturin byrjar mikukvøldið.

(Mynd: Trier.fo)

(Mynd: Trier.fo)

2025-11-25 19:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður lagt upp til at teir umleið 200 føroysku áskoðararnir sum eru í Trier til HM-endaspælið, fara at koma í góðan hýr.

Stuðlarnir Effo, Føroya Banki, Wenzel og Atlantic Airways skipa fyri upphiting í høllini, SWT Arena, áðrenn dystirnar.

[object Object](Mynd: Trier.fo)

Mikudagin byrjar upphitingin kl. 18 og dysturin millum Føroyar og Montenegro byrjar kl. 20.30. Føroyskur tónleikur verður frá DJ Wenzel og møguleiki er fyri andlitsmáling.

Høllin liggur nalað uttanfyri býin, men aftaná dystin verður afterparty mitt í býnum, á Coyote Café, sum liggur beint við, har fleiri av føroyingunum búgva.

Lurta eisini: FM1 beinleiðis í Trier: Vónirnar eru góðar

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder