Hondbóltur

Føroysku dreingirnir bukaðu danir av

Ellefsen-systkinabørnini og hinir spælararnir á føroyska U20 landsliðnum í hondbólti vunnu 33-32.

(Skíggjamynd: kvf.fo)

(Skíggjamynd: kvf.fo)

2022-07-07 13:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sera dugnaligu føroysku hondbóltsdreingirnir gjørdu aftur ein vørr á altjóða hondbóltspallinum, tá teir spældu fyrsta dystin í EM-endaspælinum fyri U20 landslið móti Danmark. Føroyar vunnu 33-32

EM-kappingn verður spæld í Porto í Portugal.

Talan gjørdist um ein óvanliga javnan dyst – rættiliga nógv javnari enn danir kanska høvdu roknað við frammanundan.

Dysturin gjørdist als ikki nakað walk-over hjá dønum. Liðini skiftust at føra allan dystin. Men føroyska spælið varð darvað av nógvum útvísingum, men danir megnaðu ikki at handfara henda fyrimun nóg væl.

Í hálvleikinum stóð á jøvnum 15-15.

Føroyingar fingu eina heldur vánaliga byrjan upp á annan hálvleik og komu afturum við trimum málum. Men teir fingu bart seg innaftur í dystin við góðum álopsspæli og framúr málmansspæli av Paula Jacobsen.

Móti endanum av dystinum vístu serliga Elias Ellefsen á Skipagøtu og systkinabarnið Óli Mittún stórspæl – Føroyar komu framum við trimum málum tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum, og føroyingar megnaðu at halda stand og vinna dystin við einum máli.

Pauli Jacobsen – føroyski málmaðurin varð kosin besti maður á vøllinum í dag.

[object Object]
Málverjin Pauli Jacobsen varð kosin besti spælari í dystinum móti Danmark (Skíggjamynd: kvf.fo)

Føroysku málini skutu Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Hákun West av Teigum 7, Óli Mittún 6, Pauli Mittún 6, Janus Dam Djurhuus 3, Viktor Gaini 2.

Hjá dønum var tað ein leikari, sum skaraði framúr, Thomas Sommer Arnoldsen, sum skoraði 13 mál.

Næsta uppgáva hjá føroyska liðnum er longu á middegi í morgin, tá verandi U20 evropameistararnir, Slovenia, stendur fyri skotum. Slovenia spælir sín fyrsta dyst í EM-kappingini um eina løtu móti fjórða liðnum í bólkinum, Ungarn, sum Føroyar skulu spæla ímóti sunnudagin. 

[object Object]
(Skíggjamynd: kvf.fo)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder