Føroysku fótbóltskortini, sum seinast komu út í 2024, eru nú aftur, og hesa ferð er røðin størri.
Eins og áður eru føroysku fótbóltsfeløgini umboðað saman við føroysku landsliðunum, bæði á kvinnu- og manssíðuni. Men í ár eru føroyskar fótbóltslegendur fyri fyrstu ferð eisini við í savninum.
Tilsamans eru 27 legendur at finna – 22 útileikarar, tríggir málverjar og tvær kvinnur. Øll feløgini eru umboðað, soleiðis at savnið endurspeglar alla føroysku fótbóltssøguna.
Nú ber millum annað til at fáa legendariskar spælarar sum Toda Jónsson og Jens Martin Knudsen sum fótbóltskort. Vónin er, at legendurnar fara at vekja góð minni og geva bæði børnum og vaksnum eitt sindur av nostalgi – samstundis sum tær geva einum nýggjum ættarliði møguleikan at læra nakrar av størstu profilunum í føroyskari fótbóltssøgu at kenna.
Fyri fyrstu ferð eru eisini gullglitrandi kort at finna í røðini. Bert trý ymisk gullkort eru við – eitt frá hvørjum høvuðsstuðli.
Er ein so heppin at finna eitt av teimum serligu gullkortunum í einum pakka, eru góðir vinningar at heinta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald