Føroysku kvinnurnar spældu í stóran mun ein góðan fyrra hálvleik móti rumensku stórfavorittunum í Høllini á Hálsi mikukvøldið, men endaliga úrslitið gjørdist ein tíggju-máls ósigur.
Tapið fyri Danmark í somu høll fyri hálvum ári síaðni var tvífalt so stórt. Í morgin skulu Føroyar taka tey tingini við, sum man hevur lært av hesum dystunum og royna at tálma krútsterka danska liðnum, sum hevur fult stigatal í bólkinum og harvið hevur spælt seg til EM-endaspælið.
Marianna Geirsdóttir Eystberg, føroyskur toppskjútti móti Rumenia, sum til dagliga spælir í Hellerup IK (Mynd: Sverri Egholm)
Rakul Wardum umboðar Saknderborg Håndbold. Her roynir ungi málverjin at forða fyri einum donskum máli í dystinum í oktober (Mynd: Sverri Egholm)
Á føroyska liðnum eru seks leikarar, ið til dagliga spæla í donskum hondbólti.
Dysturin verður í Næstved. Hann byrjar klokkan 15.10 og kann síggjast í Kringvarpinum. Talan er um síðsta dystin í hesari undankappingini.
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster Håndbold (DEN)
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Vengur:
Ingibjørg Olsen, ÍBV (ISL)
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK (DEN)
Lív S. Poulsen, Ajax København (DEN)
Strikur:
Brynja Høj, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK (DEN)
Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK (DEN)
Elsa Egholm, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Jana Mittún, H71
Natasja Hammer, Haukar (ISL)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald