4-0 á Tórsvølli og 4-0 í Andorra. Føroysku kvinnurnar lótu í hesari EM-undankappingini ongan iva verða um, at tær eru betri enn Andorra.
Í kvøld varð bygt uppá góða 2-1 sigurin á Montenegro fríggjakvøldið. Grundarlagið varð lagt við tveimum málum innan tríggjar minuttir áleið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Fyrst sendi Jensa Tórolvsdóttir gott langskot í netið, og Víkinga-spælarin skoraði harvið annan dystin á rað.
Síðani legði Durita Hummeland væl innfyri úr vinstru til KÍ-liðfelagin Eyðvør Klakstein.
Ein onnur roynd, liðskiparin Ásla Johannesen, økti í 72. minutti, og í Tórunn Højgaard Joensen staðfesti sigurin við góðum skoti í yvirtiðini.
Tamarhald var allatíð á dystinum í hitanum í Andorra La Vella, og Føroyar endaðu undankappingina væl: Níggju stig, eitt stig aftanfyri Montenegro á øðrum plássi, og pluss í málúrtøku eftir teir seks dystirnar er góðkent.
EM-undankapping, deild C - bólkur B
Sætta og seinasta umfar - Andorra La Vella 16.07
Andorra - Føroyar 0-4 (0-2)
19' Jensa Tórólvsdóttir 0-1
21' Eyðvør Klakstein 0-2
72' Ásla Johannesen 0-3
90+7' Tórunn Højgaard Joensen 0-4
Stigatalva
1. Grikkaland 16 stig
2. Montenegro 10 stig
3. Føroyar 9 stig
4. Andorra 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald