Í dag kom føroyska Team Rynkeby til Hollands.
Tað merkist hjá súkklarum, at Holland er millum fjølbygdastu lond í Europa, og tað er ikki serligt pláss til breiðar vegir, sigur toymið í fráboðanini fyri í dag.
- Tískil hava vit súkklað vit mest í einum raði. Alt hevur tó gingið framúr væl, og vit hava súkklað 196 km í dag. Sólin er veruliga farin at skína, og heitt summarveður hevur sett sín dám á túrin; súkklararnir hava drukkið meira enn vanligt, og sólkrem er smurt á kropparnar, verður sagt.
Í morgin verður farið til Belgia, til býin Genk. Fyri framman eru 212 km.
Toymið fevnir um 48 súkklarar og 12 hjálparfólk.
Tá ið ferðin endar í París í Fraklandi leygardagin 16. juli, hava súkklararnir fingið 1377 km í beinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald