Hondbóltur

Føroysku U-18 genturnar góvu Eysturríki ein vals

Stórsigur í síðsta innleiðandi dystinum. 31-22 til Føroyar. India bíðar í morgin.

Málverjin Silja Arngrímsdóttir Müller varð vald til besta leikara á føroyska liðnum í dag (Skíggjamynd)

Málverjin Silja Arngrímsdóttir Müller varð vald til besta leikara á føroyska liðnum í dag (Skíggjamynd)

2022-08-02 11:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku U18 genturnar vunnu í morgun sín fyrsta dyst í HM-kappingini í Norðurmakedonia.

Føroyar vunnu ein flottan sigur, 31-22 á Eysturríki.

Tað var annars Eysturríki, sum byrjaði dystin best, og legði seg á odda. Men sum frá leið, fingu føroysku genturnar stýr á bæði verju-, álops- og málmansspæl, tær javnaðu og løgdu seg á odda.

Í hálvleikinum var støðan 15-12 til Føroyar

Í øðrum hálvleiki hevði føroyska liðið fullkomið tamarhald á dystinum, og lá framman fyri alla tíðina og økti støðugt um munin.

Úrslitið av dystinum gjørdist 31-22, og Føroyar gjørdist sostatt nummar trý í Bólki C í innleiðandi umfarinum eftir Danmark og Portugal.

Føroyskir málskjúttar í dag:

Silja Olivia Heðinsdóttir 7
Lukka Arge 3
Inga Maria Roysdóttir 3
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 3
Anna E. Halsdóttir Weyhe 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Inga Maria Joensen 2
Karin Egholm 2
Karina Debes Heinesen 2
Barbara Hammer 1
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð 1 

Móti India í morgin

Føroyska liðið skal nú spæla President's Cup, sum er fyri tey liðini, sum gjørdust nummar 3 og 4 í innleiðandi umførunum, og sostatt eru sligin út úr kappingini um heimsmeistaraheitið.

Sum 3'ari í Bólki C skulu Føroyar í morgin spæla móti fýraranum í Bólki D, sum er India. India tapti sínar fyrstu tveir dystir stórt, 34-42 móti Egyptalandi og 36-54 móti Kroatia. Fyrsta dystin móti Kasakstan taptu tær 10-0 uttan dyst, tí indiski hópurin ikki náddi fram til Norðurmakedonia til tíðina.

Dysturin millum Føroyar og India er settur at spælast klokkan 9.30 í morgin.

(tekstur broyttur kl. 11.24)




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder