
HSF: Føroysku U17-kvinnurnar taptu seinastu dystin í EM-endaspælinum sunnumorgunin. Dysturin móti Turkalandi um 23. pláss endaði við 31-26 tapi, eftir 17-12 til Turkaland í hálvleikinum. Kappingin hevur verið lærurík, men eydnaðist tað tíverri ikki U17-kvinnnunum at vinna nakran dyst, og endaðu tær við hesum aftast.
Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men sýntist Turkaland so líðandi at koma lættari til málini. Stóri munurin á liðunu í fyrra hálvleiki var serliga talið av tekniskum villum, har okkara gjørdu heili16 í tali. Munurin lá leingi um eini 2-3 mál, men øktu Turkuland seinastu 10 minuttirnar fyri hálvleik upp í 5 mál, til 17-12.
Føroyar spældu ein betri seinna hálvleik. Okkara gjørdu nógv færri villur og vardu eisini betri saman við málverjanum. Femja Sámalsdóttir Soll, sum ikki hevði havt hepni við sær í føroyska málinum í fyrra hálvleiki, kom inn aftur og hevði nakrar bjargingar. Føroyar løgdu eisini meira fyri og hálaðu inn. Munurin var leingi 2-3 mál og stóð tað 23-25 í heili 6 minuttir av dystinum, fram til 5 minuttir restaðu. Okkara komu tó ikki nærri og vaks munurin aftur seinastu løtuna til 31-25, sum gjørdist endaliga úrslitið. Eftir dystin var Meta av Fløtum kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Flytførið spælskiparin kom inn við ferð og treysti í gjár og gjørdi 4 mál.
Føroyar gjørdust við hesum aftast, nr. 24, í EM-endaspælinum og merkir tað at okkara ikki koma at luttaka í U19 EM-endaspælinum í 2027. Okkara koma tó at spæla í EHF Championship (b-kapping), sum er góð menningarkapping fyri okkara.
Dystargongdin Føroyar – Turkaland:
5 min. 2-1
10 min. 3-3
15 min. 4-7
20 min. 7-10
25 min. 9-13
30 min. 12-17
35 min. 16-19
40 min. 17-21
45 min. 21-23
50 min. 23-25
55 min. 23-26
60 min. 26-31
Málskjúttar:
Arina Høgnadóttir Wang 7 (4)
Bjørk Mariusardóttir 6 (2)
Meta av Fløtum 4
Lý Dávadóttir Magnussen 4
Fríða Eysturtún Rubeksen 2
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 2
Vár Leo Mortansdóttir 1
Málverjar:
Femja Sámalsdóttir Soll, 4 bjargingar, 18%
Bjørk Germaine Jákupsdóttir, 4 bjargingar 14%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald