Fótbóltur

Føroyskur fótbóltur á temadøgum

Fótbóltssamband Føroya skiparði fyri ”temadøgum” á Hotel Føroyum um vikuskiftið.

Mynd: Hans Erik Danielsen

Mynd: Hans Erik Danielsen

2019-01-21 11:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Tað er altíð gevandi og mennandi fyri feløgini og allar fótbólts-føroyar, at vit kunnu samlast soleiðis. Eg havi varhugan av, at luttakararnir fingu nógv burturúr, og at hetta tiltak, sum eisini var á skránni í januar í 2017, verður sett á skrá aftur, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna hjá FSF.

Fríggjadagin og leygardagin, 18. og 19. januar skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri ”temadøgum” á Hotel Føroyum. Framløgur, bólkaarbeiði, kjak og annað var á skránni, umframt at tvey umboð frá UEFA eisini luttóku.

Lagt varð fyri fríggjadagin klokkan 16, tá FSF-forsetin, Christian F. Andreasen bjóðaði vælkomin, og síðani bleiv greitt frá nøkrum av málunum, ið verða viðgjørd á komandi aðalfundi, sum verður um ein lítlan mánað, leygardagin 16. februar.

Hugt varð eisini at strategiini hjá FSF, ið bleiv samtykt fyri tveimum árum síðani, og sum vónandi er komin undir land í 2021. Nøkur mál eru nádd, meðan onnur framvegis eru ein avbjóðing fyri felagsskapin.

Seinast á skránni fríggjadagin var at kunngerða samstarvsavtaluni millum FSF og Parasport Føroyar, umframt at Venjarafelagið nýttið høvið at heiðra Jón Paula Olsen úr FC Suðuroy og Hannu Olsen úr Víkingi. Jón Pauli fekk heiðurin "Ársins ungdómsvenjari 2018", meðan Hanna fekk heiðurin "Ársins eldsál 2018", skrivar FSF á heimasíðuni.

Leygardagurin byrjaði við framløgu frá UEFA-umboðunum, og evnið var ”Menning av fótbólti í Evropa”. Síðani hevði Ulrik Børresen, ið er ítróttarstjóri í lítla norska felagnum READY, sum liggur nærhendis Osla, eina framløgu, har ljós varð varpað á menningina av Grassrootsfeløgum.

Seinnapartin leygardagin varð kjakast um, hvussu vit kunnu fáa fleiri at spæla skipaðan fótbólt í Føroyum, og kunnað bleiv eisini um, hvussu nógv eru virkin í føroysku fótbóltsfeløgunum í dag.

Sum heild eydnaðist tiltakið sera væl, og verður væntandi fyriskipað aftur. Men nær tað verður, er ikki avgjørt enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder