Fótbóltur

Føroyskur Malmö FF stórfjeppari: - Malmö vinnur 4-0

Vit hava verið á gátt hjá føroyska Michael Christiansen. Hann er vísur í, at Malmö vinnur á KÍ í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-07-23 15:00 Author image
Áron Vest
placeholder

Í hugnaligu húsunum í býarpartinum Hyllie, var Portalurin á gátt hjá hjúnunum Onnu Petra úr Klaksvík, og Michael Christiansen, úr Sandavági. Tey eru bæði Malmö FF fjepparar og hava havt árskort til Malmö FF dystir síðani 2010. 

Undir vitjanini kom svenski Richard Leufstedt á gátt. Hann er ein av stovnarunum av av fjepparastaðnum MFF Supporterhuset, ið hevur eina jaliga tilgongd til fjepparalívið innan fótbólt. Har fáast alskyns fjepparalutir til keyps, umframt kafévirksemi. 

[object Object]Richard Leufstedt, stovnari av MFF Supporterhuset, og føroyski Michael Christiansen, ið er Malmö FF stórfjeppari. (Mynd: Áron Vest)

Sí videobrot, har vit tosa við Michael um hvussu hann gjørdist Malmö FF-fjeppari, og um hvat hann væntar av dystinum í kvøld.

Champions League 2. umfar, fyrri dystur
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
18.00: Malmö FF - KÍ

Stroyming: tv.ki.fo

Portalurin hevur fólk á staðnum í Svøríki, og vit hava ymiskt tilfar gjøgnum dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder