Tað er ikki lætt at skora ímóti Svøríki undir Janne Andersson. Hetta gjørdist greitt á vegnum til HM-endaspælið 2018 - og serliga í playoff-dystunum móti Italia ið samanlagt endaðu 1-0 - til sjálvt endaspælið, har Svøríki kom í fjórðingsfinalurnar, í "okkara" EM-undankappingarbólki og nú til sjálvt EM-endaspælið. Tað noyddust spaniólar at ásanna mánakvøldið, tá svenska liðið hekk væl saman í Sevilla, og Robin Olson í málinum tók sær av øllum tí, sum kom ímóti honum. Í dag vóru tað slovakar, ið fóru av vøllinum uttan at hava fingið mál móti sviium - teir høvdu ikki so frætt sum eitt skot uppá mál.
Í fyrra hálvleiki í Sankta Pætursborg hendi ikki nógv. Liðini skiftust um at hava yvirvágina við bóltinum, men tað manglaði góðska og røttu flytingarnar á seinasta triðinginum hjá báðum liðunum.
Eftir stegðin kom meira lív í, og tað vóru serliga sviar við Aleksander Isak, ið hóttu. 21-ára gamli áleyparin úr Real Sociedad, ið skoraði tvey mál móti Føroyum í undankappingini fekk fleiri ferðir sett ferð á við bóltinum, bjóðaði av og kom væl inn í brotsteigin til nakrar vandamiklar støður.
Aleksander Isak skoraði til 1-0 og 2-0 fyri Svøríki í 4-0sigrinum á Føroyum á Tórsvølli í undankappingini (Mynd: Jens Kr. Vang)
Spaniólar høvdu trupulleikar av honum mánadagin - í dag vóru tað slovakar, ið stríddust við at hava tamarhald á Isak (Myndir: EPA)
Martin Dubravka í Slovakia-málinum hevði onkra stórbjarging, men tá eitt korter var eftir, gjørdi hann brotsspark, beint eftir Isak spældi innskifta Robin Quaison frían. Emil Forsberg var ísakaldur úr ellivu metrum, og so var 1-0. Miðvallarin skoraði eisini í 2. hálvleiki í áttandapartsfinaluni í HM-endaspælinum 2018, tá Svøríki vann 1-0 á Sveis - eisini á Krestovsky leikvøllinum (Nevndur Gazprom Arena)
Tekniskt sterki RB Leipzig miðvallarin gjørdist eisini "matchvinnari" í dag, tí sterki svenski verjuparturin helt fast seinastu løtuna, tá Slovakia royndi at fáa bóltin so ofta sum gjørligt inn í brotsteigin.
Dubravka fór rættan vegin...
...men skotið fór inn dygst við stongina, og so kundu Forsberg og hinir fegnast (Myndir: EPA)
Harvið yvirtóku sviar fyrsta plássið frá Slovenia, og tað er helst eingin ivi um, at liðið í minsta lagi kemur víðari sum tvey'ari - tó helst sum tvey'ari ella nummar eitt í bólki E. Spania og Pólland spæla sín dyst í 2. umfari í annaðkvøld.
Bólkur E - 2. umfar:
Fríggjadagin 18.06, Krestovsky Stadium/Gazprom Arena (Sankta Pætursborg)
Svøríki - Slovakia 1-0 (0-0)
Svøríki 4 stig
Slovakia 3 stig
Spania 1 stig
Pólland 0 stig
Pólland og Spania spæla í Sevilla annaðkvøld - 19.06 - klokkan 20
Hinir dystirnir í dag
Bólkur D - 2. umfar:
17.00, Glasgow (Hampden Park)
Kroatia - Kekkia
20.00, London (Wembley)
Ongland - Skotland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald