Annað

Fóru á útferð í Tokyo – Blakaðir úr OL-býnum

Tveir luttakarar úr Georgia fóru leygardagin ein túr í Tokyo at hátíðarhalda silvurheiðusmerkini í judo, men tað var ikki loyvt.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-01 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir olympiskir luttakarar úr Georgia eru koyrdir úr OL-býnum, eftir at teir hava brotið koronareglurnar, sum vóru galdandi í sambandi við OL í Tokyo.

Báðir luttakararnir fóru úr OL-býnum leygardagin at hátíðarhalda, at teir høvdu vunnið silvurheiðursmerki í judo. Talan er um Vazha Margvelashvili, og Lasha Shavdatuashvili, ið eru ávikavíst 27 og 29 ár.

Men tað er ikki loyvt OL-luttakarum at ferðast úr OL-býnum uttan so at tað er í sambandi við venjing ella kapping og hesir báðir luttakararnir vóru farnir ein túr í býin í Tokyo. Frágreiðingin var, at teir skuldu vitja ein felags kenning, sum býr í Japan.

Avleiðingin av hesari útferðini var, at luttakararnir vórðu koyrdir úr OL-býnum. Olympiska nevndin í Georgia váttar, sambært Ritzau, at luttakararnar eru farnir heimaftur. Í sambandi við OL í Tokyo er eisini krav, at allir luttakarar skulu fara heimaftur í seinasta lagi 48 tímar eftir, at teir eru lidnir við allar kappingar.

Hetta er fyrstu ferð, síðan OL í Tokyo fór av bakkastokki fyri góðari viku síðani, at luttakarar verða revsaðir fyri at hava brotið koronatiltøkini. Tilsamans eru seks persónar blakaðir úr OL-býnum fyri at hava brotið koronatiltøkini.

Í løtuni er neyðrættarstøða lýst í Tokyo orsakað av vaksandi smittutalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder