Fótbóltur

Fótbóltsfepur í Fótbóltsskýlinum: Senda beinleiðis av Tórsvølli klokkan 14

Trygvi Absalonsen hevur millum annað Símun Samuelsen við sær, har tikið verður samanum søguliga sigurin hóskvøldið og hugt fram móti Kekkia í morgin. Vit hoyra eisini úr landsliðshópinum.

Trygvi Absalonsen (t.h) og Eli Simonsen (t.v) søgdu frá søguliga sigrinum á Montrnegro hósdagin. Í dag taka Trygvi og aðrir samanum og hyggja fram til uppgávuna sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Trygvi Absalonsen (t.h) og Eli Simonsen (t.v) søgdu frá søguliga sigrinum á Montrnegro hósdagin. Í dag taka Trygvi og aðrir samanum og hyggja fram til uppgávuna sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-11 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvat var tað sum hendi á Tórsvølli hóskvøldið, tá føroyska manslandsliðið setti met og stóð fyri eitt av flottastu avrikunum í kappingardysti? 

Sí eisini: Føroyar hava javnað stigametið fyri eina undankapping - ongantíð vunnið so stóran kappingarsigur

Hvat var tað serliga, sum eydnaðist hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum, og hvussu verður bygt á tað til torføraru uppgávuna móti Kekkia í morgin?

Hetta er nakað av tí, sum Trygvi Absalonsen, Símun Samuelsen og aðrir fara at tosa um á FM1 frá klokkan 14.00.

[object Object]
Símun Samuelsen í oddadysti fyri HB í 2018 - móti núverandi landsliðsbakkinum Jóannes Kalsø Danielsen. Símun Samuelsen spældi 44 landsdystir millum 2003 og 2013 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sent verður beinleiðis av Tórsvølli nakað eftir føroyska tíðindafundin, og meðan seinasta venjingin áðrenn dystin móti Kekkia koyrir.

Áðrenn sendingina "Fótbóltsskýlið" fara raportarar á FM1 og Portalinum at tosa við landsliðsvenjaran og nakrar spælarar. Hetta verður eisini at hoyra á síðunum seinnapartin.

Til ber at lurta eftir FM1 her

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Hósdagin 8. oktober
Føroyar - Montenegro 4-0 (2-0)
16' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 1-0
36' Meinhard Egilsson Olsen (Árni Frederiksberg) 2-0  - møguliga sjálvmál
57' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 3-0
72' Árni Frederiksberg, br. (Jóan Símun Edmundsson) 4-0

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Mattias Heðinsson Lamhauge – Jóannes Kalsø Danielsen (81' Jann Julin Benjaminsen), Odmar Færø (L), Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (76' Petur Knudsen), Brandur Hendriksson Olsen (68' Geza David Turi), Jákup Biskopstøa Andreasen, Hanus Sørensen (76' Adrian Rúnason Justinussen) – Meinhard Egilsson Olsen (68' Jóan Símun Edmundsson)

Venjari: Eyðun Klakstein

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (6 dystir)
3 Føroyar 9 stig (6 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

Sunnudagin 11. oktober
17.00: Føroyar - Kekkia

Vit hava sjálvandi eisini nógv tilfar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder