Fótbóltur

Fótbóltssamband Føroya søkir eftir tveimum nýggjum fótbóltsmennarum

FSF boðar frá, at hetta er fyri at styrkja ítróttarliga partin, og at tala verður um fulltíðar og/ella parttíðar starv.

Eli Hentze, annar av fótbóltsmennarunum hjá FSF (Mynd: Sverri Egholm)

Eli Hentze, annar av fótbóltsmennarunum hjá FSF (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-23 08:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF fór í 2017 í gongd við skipanina við fótbóltsmennarum fyri at royna at styrkja um arbeiði kring landið í feløgunum og á landsliðnum hjá FSF. Í løtuni eru tveir fótbóltsmennarar í starvi, Jógvan Martin Olsen og Eli Hentze, og ætlanin er at seta tveir afturat í starv. Hesum boðaði Fótbóltssambandi frá í gjár. Talan kann bæði verða um fulltíðarstarv og/ella parttíðar starv.

FSF skrivar, at í løtuni eru tveir fótbóltsmennarar í starvi hjá FSF, og nýggju fótbóltsmennararnir fara at arbeiða í mennaratoyminum, saman við teimum, sum frammanundan eru knýtt at ítróttarliga partinum í Fótbóltssambandi Føroya. Høvuðsuppgávan verður at verða við at menna og stuðla barna- og ungdómsvenjarum kring landið og verða við í menningini av leikarum í feløgunum. Eisini er møguligt, at teir fáa ein leiklut á ungdómslandsliðunum.

Á heimasíðuni hjá FSF ber til at lesa meira um starvslýsingina, førleikakrøv o.a

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder