2022-06-25 15:51
Í summar skipar FSF í samstarvi við feløgini aftur fyri fleiri fótbóltsskúlum fyri børnum og ungum, og fyrst í august skipa FSF og AB fyri fótbóltsskúli Inni á Vika á Argjum.
Tað verður hósdagin 4. og fríggjadagin 5. august
Fótbóltsskúlin er ætlaður børnum og ungum í aldrinum sjey til 15 ár (fødd í 2007 – 2015).
Umframt góða fótbóltsvenjing, fáa luttakararnir okkurt gott til matna, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv. Freistin at boða frá luttøku til Fótbóltsskúlan á Argjum er mánadagin 1. august, skrivar FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald