
Aftur í ár skipar Fótbótlssamband Føroya, í samstarvi við feløgum, fyri fleiri fótbóltsskúlum kring landið.
Í Havn verður Fótbóltsskúlin 24. og 25. juni, og í Sørvági verður Fótbóltsskúlin hildin í døgunum 12. og 13. august. Og nú er avgerð tikin um, at árligi Fótbóltsskúlin á Svangaskarði á Toftum verður mánadagin og týsdagin, 1. og 2. august. Báðar dagarnar frá klokkan 10 til 14, skrivar Fótbóltssambandið.
Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum – bæði gentum og dreingjum –sum eru fødd í 2007 til 2015.
Tilmeldingarfreistin til Fótbóltsskúlan á Toftum er mikudagin 27. juli klokkan 12. Freistin at boða frá luttøku til skúlarnar í Havn og í Sørvági er ávikavist týsdagin 21. juni og týsdagin 9. august. Hetta verður gjørt á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald