2022-08-06 09:40
Omanfyri hundrað børn tóku lut, tá AB – í samstarvi við FSF – hósdagin og fríggjadagin skipaði fyri fótbóltsskúla á spildurnýggja graslíkisvøllinum Inni í Vika á Argjum.
Hósdagin varð vant frá klokkan 13 til 17, og fríggjadagin frá klokkan 10 á morgni til klokkan trý seinnapartin.
Hetta var tann triðji av fýra fótbóltsskúlum, sum Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi viðfótbóltsfeløg skipa fyri í summar.
Fleiri myndir síggjast á heimasíðuni hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald