Fótbóltsskúlin, sum skuldi verða í Havn 28. og 29. juni er nú útsettur til 16. og 17. august.
Orsøkin er, at graslíkið á Niðara vølli í Gundadali verður skift, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
Tað eru HB og Fótbóltssambandið, sum skipa fyri fótbóltsskúlanum í Havn.
Øll, sum hava keypt atgongumerki til fótbóltsskúlan í Havn, eru framvegis tilmeldaði, men um so er, at tað ikki ber til hjá onkrum at luttaka 16. og 17. august, verður heitt á viðkomandi um at senda ein teldupost til FSF ([email protected]) í seinasta lagi fríggjadagin 9. juli, skrivar Fótbóltssambandið.
Í teldupostinum skal upplýsast navn og bíleggingarnummar, og síðan verður peningurin afturrindaður á gjaldskortið, ið er nýtt í sambandi við keypið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald