Annað

Fótbóltsskúlin við Stórá stóran heiður

Tiltakið sum savnar 150 børn hvørt summar fekk heiðurin sum ársins átak.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum og Allan Smedemark frá TB (Skíggjamynd: KVF)

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum og Allan Smedemark frá TB (Skíggjamynd: KVF)

2022-02-05 21:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fótbóltsskúlin við Stórá sum TB skipar fyri, er kosið ársins Ítróttatiltak. Tað bleiv kunngjørt á Ítróttafagnaðinum í kvøld.

Hetta er eitt tiltak, sum hvørt ár savnar ungdómin úr øllum landinum til nakrar stuttligar og mennandi dagar við Stórá í Trongisvági. 

Á fótbóltsskúlanum verður dentur lagdur á, at hvør einstakur leikari skal fáa avbjóðingar í mun til tað støði, sum viðkomandi er á. Á hvørjum ári verður roynt at fáa spennandi útlendskar venjarar til fótbóltsskúlan. Higartil hava tað verið venjarir frá m.a. Hollandi, Týsklandi, Onglandi og Spania. 

Umframt at dentur altíð verður lagdur á, at luttakararnir fáa góða og mennandi venjing, so verður eisini stórur dentur lagdur á tað sosiala, og millum annað at hugnakvøld er fyri øllum luttakarunum við tónleiki, spølum o.a. 

- Tríggir dagar við 150 børnum. Gott lag, fótbóltur og um veðrið er gott, so verður tað ikki betri, segði ein fegin Allan Smedemark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder