Fótbóltur

Fótbóltsskýlið: Um steypafinaluna og við fjepparum

Frá klokkan 17.15 hitar Trygvi Absalonsen upp til Víking - KÍ saman við millum annað Marius Blábjørg Vang og Eli Simonsen. Lurta á FM1.

Eli Simonsen og Trygvi Absalonsen vera aftur við mikrofonirnar í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Eli Simonsen og Trygvi Absalonsen vera aftur við mikrofonirnar í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-04 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú nærkast av álvara til finaluna um Løgmanssteypið, sum verður bríkslað í gongd leygarkvøldið klokkan 19.00 á Tórsvølli.

FM1 og Portalurin gera nógv burturúr, og á FM1 verður byrjað tíðliga í kvøld.

Tá hevur Trygvi Absalonsen eitt serstakt Fótbóltsskýlið, har ljós verður varpað á Víking - KÍ og alt kring steypafinaluna.

Marius Blábjørg Vang, sum er stórur Víkinga-fjeppari og hevur uppgávur sum millum annað stadionspeakari í felagnum, er annar gesturin. Leirvíkingurin á Strondum hevur upplivað eina rúgvu av finalum.

Hin er Eli Simonsen. Viðingurin í høvuðsstaðnum hevur spælt í bestu deildini - mest við KÍ. Hann er vanliga viðmerkjari á FM1 

Sendingin byrjar umleið klokkan 17.15, beint eftir tíðindini á FM1. Sendingin verður endursend leygardagin klokkan 17 og kann eisini hoyrast á fm1.fo og á Portalinum

Skráin fyri steypafinaludekkningin á FM1: 
Í dag, fríggjadagin 4/9: 
17.15: Fótbóltsskýlið við Trygva Absalonsen og fjepparum: Eli Simonsen og Marius Blábjørg Vang

Lurta eftir FM1 her

Leygardagin 5/9:
17.00: Fótbóltsskylið endursent
18.00: Upptakt av Tórsvølli við Pæturi Nolsøe og gestum
19.00: Víkingur - KÍ (Finalufrásøgn við Trygva Absalonsen og Trygva Mortensen)

Aftaná verður samanumtøka við serliga samrøðum

Á Portalinum ber til at fylgja gongdini undir dystinum, og vit hava myndir og videosamrøður aftaná, umframt greinatilfar upp til og eftir steypafinaluna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder