Fótbóltur

Fótbóltsspælarin Just Fontaine deyður, 89 ár

Eigur enn metið fyri flest skorað mál í einum HM-endaspæli.

(Mynd: fifa.com)

(Mynd: fifa.com)

2023-03-01 16:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Franski fótbóltsspælarin, Just Fontaine, sum í fleiri ár var ein av høvupspersónunum á franska landsliðnum, er deyður, 89 ára gamal, skrivar AFP-tíðindastovan.

Fontaine náddi sum aktivur fótbóltsspælari at skriva seg í søgubøkurnar, tá hann í 1958 skoraði 13 mál í einans seks dystum undir HM í Svøríki, tá Frakland vann bronsu.

Harvið eigur Just Fontaine framvegis metið fyri flest mál skorað undir eini HM-endakapping.

[object Object](Mynd: fff.fr)

Í innleiðandi kappingini spældi Frakland fyrst móti Paraguay, vann 7-3 og Fontaine skjeyt 3 mál. Síðan tapti Frakland 2-3 móti Jugoslavia – Fontaine skjeyt bæði málini. Triði innleiðandi dysturin var móti Skotlandi. Frakland vann 2-1 og Fontain skjeyt annað málið.

Í áttandapartsfinaluni spældi Frakland móti Norðurírlandi og vann 4-0, Fontaine skoraði tvær ferðir. Í hálvfinaluni spældi Frakland móti Brasil og Pelé, sum vunnu kappingina. Brasil vann 5-2 ,og Fontaine skoraði eitt mál.

Í bronsudystinum vann Frakland 6-3 á Vesturtýsklandi, og her skoraði Fontaine fýra ferðir.

Just Fontaine skoraði tilsamans 30 mál í 21 landsdystum fyri Frakland. Hann gavst at spæla í 1962, bert 28 ára gamal orsaka av fleiri skaðum.

Youtube-video Just Fontaine-málum í 1958


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder