Bundesligan tekur av møguleikanum fyri hava fimm útskiftingar í dystunum, nú teir fara undir eina harða leikskrá fyri at avgera týsku fótbóltskappingina.
Í farnu viku gav altjóða fótbóltssambandið, Fifa, og The International Football Association Board, Ifab, sum umsitir fótbóltslógirnar, grønt ljós til at limalondini kunnu gera brúk av fimm útskiftingum pr. lið í dysti.
Og í gjár tók Týskland av hesum møguleika.
Tað, ið eftir er av kappingini í Bundesliguni, verður sostatt møguleiki at fremja fimm útskiftingar í staðin fyri tríggjar í einum dysti. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Fleiri aðrar avgerðir eru tiknar fyri at gjøgnumføra týsku fótbóltskappingarnar. Eitt nú at dystir kunnu flytast til annan leikvøll, um tað gerst neyðugt av heilsuávum. Eisini er avgerð tikin um, at juli mánaður eisini kann takast í brúk fyri at fáa kappingina avgreidda.
Møguleikin fyri at fremja fimm útskiftingar verður brúktur, tí dystarskráin verður meira trýst nú tað aftur gerst møguligt at spæla fótbólt eftir koronastøðgin.
Bundesligan byrjar aftur í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald