Í døgunum 25. og 26. januar verður altjóða vísindaliga ráðstevnan “Football is Medicine 2020” í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum á Vestaru Bryggju í Havn. Ráðstevnan, sum er tann triðja í røðini eftir Lissabon í 2018 og Odense 2019, er úrslit av drúgvari gransking tey seinastu 15-20 árini í heilsuárinunum av kropsligari venjing.
Tað eru Fróðskaparsetur Føroya, Fólkaheilsuráðið, Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar Kommuna, sum í felag standa fyri ráðstevnuni.
Granskingin er gjørd í samljóði við altjóða granskingarkonseptið “Exercise is Medicine”, sum amerikanska vísindaliga samtakið American College of Sports Medicine (ACSM; www.acsm.org ) legði lunnar undir. Vísindaligar kanningar hava seinastu árini víst, at fótbóltur og onnur líknandi bóltspøl samantvinna treysti-, styrki- og skjótleikavenjing, umframt at stimbra kropsjavnvág, sosialan trivnað og kognitivar førleikar. Tað vil siga, at kropsligi venjingarhátturin, sum vit kenna frá liðítrótti og ketsjaraspølum, virkar sum breiðspektraður heilivágur (sí modell 1 niðast) fyri bæði børn og eldri, kvinnur og menn, fólk í góðari og ongari venjing, og enntá fyri fleiri sjúklingabólkar.
Tað vísir seg nevniliga, at hetta slagið av venjing hevur munadyggari sjúkufyribyrging við sær og eisini virkar sum viðgerð fyri lívsháttarsjúku, so sum diabetes, hjarta-æðrasjúku, beinbroyskni, krabbameinssjúku, enn flestu aðrir venjingarhættir einsamallir.
Á skránni fyri ráðstevnuna eru fremstu granskarar innan økið, og teir umboða fleiri heimspartar. Skráin er fjøltáttað og byrjar við framløgum um heildarætlanina hjá heimsheilsustovninum, World Health Organisation (WHO), um kropsliga rørslu, umframt at ítøkilig dømi verða løgd fram, sum vísa, hvussu “Exercise is Medicine” (EIM) og “Football is Medicine” (FIM) sampakka við heildarætlanina og soleiðis kunnu gagnnýtast. Síðani verður kjak um, hvussu og um EIM og FIM kann setast í verk í føroyska heilsuverkinum. Í pallborðinum verða umboð fyri føroyska heilsuverkið saman við granskarum.
Onnur evni á skránni eru liðítróttur fyri ymiskar sjúklinga- og samfelagsbólkar, kropslig venjing og árin á heila og kognitiva innlæring, heilsuundirvísing við spæli hjá børnum, og hvussu fótbóltur, sum er ein av best dámdu ítróttargreinunum, kann gagnnýtast til at skapa tilvitan um heilsu og onnur jalig samfelagsviðurskifti, so sum heimsmálini hjá ST.
Ungir granskarar fara eisini at luttaka við styttri framløgum.
Dagarnar frammanundan ráðstevnuni verða skeið hildin, sum øll byggja á gransking, og sum snúgva seg um tiltøk, sum eru klár at seta í verk.
- januar verður skeiðið, “FIT FIRST 10”, sum er intens venjing av 5-10 ára gomlum børnum, har 10 ítróttargreinir verða nýttar.
- og 23. januar verður skeiðið, “11 for Health”, sum er heilsundirvísing við spæli fyri børnum um 10-12-ára aldur. Hetta skeiðið er fyrst av øllum ætlað til námsfrøðingar, lærarar og ítróttarvenjarar. Og so verður “Football Fitness” tann 24. januar, sum er sjálvt heilsufótbóltsskeiðið.
Til ber at lesa meira um ráðstevnuna her
Vegna fyriskipararnar
May-Britt Skoradal, forkvinna í fyrireikingarnevndini og Magni Mohr, formaður í vísindaligu nevndini fyri FIM2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald