Fótbóltur

Fóttennis verður við á Føroyaleikum

Fótbóltssamband Føroya skipar fyri serstøku kappingini í Runavík. Fýra ymiskir aldursbólkar eru, og til ber at kappast móti bert egna kyni ella í blandaðum bólki.

Leikarar hjá A-landsliðnum hjá monnum taka sær av løttum við fóttennis til eina venjing á Malta (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Leikarar hjá A-landsliðnum hjá monnum taka sær av løttum við fóttennis til eina venjing á Malta (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2021-06-17 22:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í døgunum 8. til 11. juli verður nýggja og stóra ítróttartiltakið "Føroyaleikir" hildið kring landið. Kappast verður í alskyns ítróttargreinunum, og nú er greitt, at størsta ítróttargreinin í Føroyum verður umboðað - tó á ein serstakan hátt.  

Fótbóltssamband Føroya boðar á heimasíðu sínari frá, at tað verður millum sersambondini, sum fer at taka lut í stóra summartiltakinum. Fótbóltskappingin verður ikki skipað sum vanligur fótbóltur, men sum fóttennis, og verður á vøllinum við Løkin í Runavík.

Fóttennis verður ofta nýtt sum partur av lættari venjing, har leikararnir stuttleika sær eitt sindur. Tað er ein góð kapping í, og tað er eisini til frama fyri at menna teknisku førleikararnar hjá leikarunum. Í stuttum er tað fótbóltur á  heilt lítlum øki við tennisreglum.

- Hetta verður samstundis eitt gott høvi til at gera okkurt nýtt og øðrvísi, bæði sum lið, vinfólk ella familja, og FSF vónar at síggja nógv glað fótbóltsfólk við vøllin í Runavík hesar dagarnar, skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Fýra leikarar kunnu vera á hvørjum liðið - tríggjir á vøllinum umframt ein útskiftari

Kappingin verður skipað í hesum deildum:

U15 (gentur, dreingir og blandað)
U18 (gentur, dreingir og blandað)
Vaksin (opin bólkur / kvinnur, menn og blandað)
Old Boys (+40), Old Girsl (+40) og blandað í hesum aldursbólkunum

Í blandaðu kappingunum skal býtið millum kynini vera 2+2 ella 2+1, um eingin útskiftari er, skrivar FSF og leggur afturat, at kappingarleisturin verður skipaður eftir undirtøkuni og tali av liðum, og verður hetta lagt, tá tilmeldingarfreistin er farin. Trý tey bestu liðini í hvørjari deild vinna heiðursmerki og rættin til at kalla seg Føroya besta fóttennislið.

Spælt verður í settum og upp í ellivu:

- Liðið, sum fyrst vinnur tvey sett, hevur vunnið dystin. Í hvørjum setti verður spælt upp í 11, og settið skal vinnast við minst tveimum stigum (t.d. 11-9). Er bert eitt stig á muni, verður spælt víðari, til annað liðið er tvey stig frammanfyri (tó upp til í mesta lagi 15).

Nærri kunning um reglur fyri kappingina, tilmelding og praktisk viðurskifti sæst á heimasíðuni hjá Føroyaleikunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder