Hondbóltur

Frakland fór avstað við evropameistaraheitinum

Longd leiktíð skuldu til fyri at koppa dønum. Eins og fyri tíggju árum síðani var Frakland omaná í EM-finalu móti Danmark, og Nikola Karabatic fekk sítt fjórða EM-gull.

Frakleningar fegnast sum vera man um EM-gull. Teir vunnu á Danmark í OL-finaluni í 2021, í fjør vóru danir omaná í HM-finaluni, men nú koppaði tað aftur hinvegin eftir inntensa finala (Mynd: EPA)

Frakleningar fegnast sum vera man um EM-gull. Teir vunnu á Danmark í OL-finaluni í 2021, í fjør vóru danir omaná í HM-finaluni, men nú koppaði tað aftur hinvegin eftir inntensa finala (Mynd: EPA)

2024-01-28 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør vann Danmark HM-finaluna móti Fraklandi - í dag løntu fraklendingar dønum ósigurin í Stokkhólmi aftur. Eins og fyri tíggju árum síðani, tá hesi liðini seinast spældu EM-finalu, vann Frakland, og eins og HM-finaluni landanna millum í 2011 var tað eftir longda leiktíð.

Ætlanin hjá Nikolaj Jacobsen og hansara monnum var annars at seta seg tyngri á heimshondbóltin. Danmark hevur vunnið trý tey seinastu HM-endaspølini, men hevur undir hesum venjaranum higartil tapt tvær EM-hálvfinalur og nú eina finalu eisini, so tað er ikki gloppið enn.

Danir kundu iðra seg um, at teir ikki vóru á odda við steðginum í Köln. Emil Nielsen tók pippið frá fronsku skjúttunum í løtum og hevði 11 bjargingar. Um danir ikki høvdu havt óvanliga nógvar tekniskar villur og heilt opin skot, sum vórðu brend, so hevði Danmark verið á odda við fleiri málum eftir fyrra hálvleik. 

[object Object]
Emil Nielsen spældi sína fyrstu finalu fyri Danmark. Hann fekk fyrstu 54 minuttirnar og hevði 15 bjargingar

[object Object]
Mathias Gidsel var flúgvandi serliga í løtum í 2. hálvleiki og skoraði átta mál uppá átta skot (Mynd: EPA)

Teir í reyðum byrjaðu betri eftir steðgin, og Frakland hevði stórar trupulleikar við at spæla seg til møguleikar. Tað eydnaðist tó allatíðina at halda sambandið, og eftir at Nedim Remili og Elohim Prandi komu inn í baketuna aftur, fekk Frakland álopsspælið betri at sita. Serliga var tað tunga krosspælið mitt fyri, ið gav dønum trupulleikar restina av dystunum, men eisini innspøl til besta strikuspælaran í kappingini Ludovic Fabregas.

[object Object]
Ludovic Fabregas gav dønum trupulleikum í báðum endum av vøllinum og gjørdist toppskjútti fyri Frakland við sjey málum (Mynd: EPA)

[object Object]

Nógv stóð á hjá báðum liðum í einum dysti, ið var meira merktur av inntensiteti, fysikki og tí at støðga mótsstøðuliðnum enn flottum hondbóltsspæli. Sum útgangspunkt var hetta til fyrimuns fyri Frakland, og serliga tá færri bjargingar komu í danska málinum, og tá Nikolaj Jacobsen valdi at spæla við Michael Damgaard í fleiri álopinum.

Nógv umráðandi mál frá Mikkel Hansen (nógv brotskøst), Simon Pytlick og serliga Mathias Gidsel hildu tó fyrimunin hjá dønum, og tá ein minuttir var eftir, var tað +1 til heimsmeistararnir, sum høvdu bóltin. Tað fór tó út í einki, Frakland gjørdi skjótt av og javnaði, og so gjørdu danir ov seint av.

27-27 og eftir fyrstu fimm minuttirnar í longdu leiktíðini stóð eisini á jøvnum. Fraklendingar byrjaðu við bóltinum í 2. hálvleiki, og so kom Dika Mem veruliga í gongd við at skora tvey mál - síni fyrstu í finaluni. Danmark spilti tvey álop (Bellachene bjargaði skoti frá Mikkel Hansen, og Gidel blakaði bóltin burtur). Hetta var for nógv móti fraklendingunum, ið spældu skilagott, og málið hjá Prandi til +2 móti Landin í síðsta minutti avgjørdi í roynd og veru finaluna.

Fjórða EM-gullið hjá frakleningum og tað fjórða hjá Nikola Karabatic - tann sjeyndi spælarin í søguni sum hevur megnað hetta. Hetta var seinasti EM-dysturin hjá legendariska franska bakkinum, ið endar sína landsliðstíð til OL í París, har Frakland fer at royna at endurvinna OL. 

[object Object]
Nikola Karabatic spældi ikki nakran serliga stóran leiklut í sínari seinastu EM-finalu, har Mikkel Hansen eisini fór frammum hann á samanlagda søguliga EM-toppskjúttalistanum. Hetta leggur Karabatic tó helst einki serligt í: 39-ára gamli bakkurin var við at vinna stóru kappingina fyri fjórðu ferð (Mynd: EPA)

[object Object]

[object Object]
Myndir: EPA


EM 2024 - finalan:

Sunnudagin 28.01 í Lanxess Arena (Köln)
Danmark - Frakland 31-33 eftir longda leiktíð - 27-27 eftir vanliga leiktíð

Toppskjúttar: Mikkel Hansen 9 (6), Mathias Gidsel 8/8, Ludovic Fabregas 8

Sí fleiri hagtøl her

Bronsudysturin:
Týskland - Svøríki 31-34 (12-18) 

Les eisini: 
Svøríki tók bronsuna og OL-plássið

[object Object]
Syrgnir danir (Mynd: EPA)

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen í HM-finaluni í fjør. Havnarmaðurin var ein av teimum í danska hópinum, sum ikki stóð á dómaraseðlanum í dag, og harvið spældi høgri vongurin ikki nakran leiklut í EM-finaluni í Köln (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder