Fótbóltur

Svøríki tók bronsuna og Ol-plássið

Sviar vunnu undirhaldandi dystiin móti vertunum við trimum málum og hava fyri fyrstu ferð tryggjað sær EM-bronsu.

Svøríki tapti eftir longda leiktíð móti Fraklandi fríggjakvøldið. Teir í gulum fingu tó seinnapartin sett eitt gott punktum fyri EM-endaspælið (Mynd: EPA)

Svøríki tapti eftir longda leiktíð móti Fraklandi fríggjakvøldið. Teir í gulum fingu tó seinnapartin sett eitt gott punktum fyri EM-endaspælið (Mynd: EPA)

2024-01-28 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svøríki gjørdist evropameistari fyri tveimum árum síðani. Mest vinnandi tjóðin í EM-manshondbólti misti fríggjakvøldið møguleikan at verja heitið í einari finalu undir dramatiskum umstøðum móti Fraklandi. Svøríki hevur vunnið fimm EM-gull men hevði ikki fingið nøkur EM-bronsuheiðursmerkjum áður.

Í fyrra hálvleiki í Köln var ein ávísur munur. Svøríki skoraði 18 ferðir móti tí á pappírinum sterkasta verjupartinum í EM, meðan týskarar høvdu torført við sínum álopsspæli og at fáa bóltin framvið einum vælleikandi Andreas Palicka. Hann hevði samanlagt 19 bjargingar í dag, og málverjin varð kosin dagsins spælari.

Seks mál vóru á muni í steðginum. Týsku vertirnir, og allir heimaáskoðarnir, komu tó betri við eftir steðgin. Sviar gjørdu heldur nógv mistøk, og tá sjey minuttir vóru eftir, kom Týskland niður á minus eitt. Felix Claar (toppskjúttin í dag) og hinir hildu tó høvdið kalt, og Svøríki vann við trimum málum.

Bronsan er ikki bert eitt plástur á sárið, í mun til sjálvt EM-endaspælið, har sviar sjálvandi vildu endurvinna heitið. 3. plássið gevur eisini beinleiðis atgongd til OL-endaspælið í summar. OL er jú bert fjórða hvørt ár og er ógvuliga stórt í hondbóltsheiminum. Fá evropeisk lond koma við - Týskland er eitt av teimum liðunum, sum í mai skulu spæla um pláss.

EM 2024 - seinasti dagurin:
Sunnudagin 28.01 í Lanxess Arena (Köln)
Týskland - Svøríki 31-34 (12-18) 

(Hetta var dysturin um bronsuna men eisini beinleiðis dystur um beinleiðis atgongumerki til OL í summar)

Finalan: (16.45) Danmark - Frakland 

Finalan sæst millum annað á danska TV2 og TV2 Play

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen í HM-finaluni í fjør. Havnarmaðurin er trýfaldur heimsmeistari, men fer ikki at spæla leiklut í dag. Høgri vongurin úr Havn er ein av teimum í danska hópinum, sum ikki stendur á dómaraseðlanum  (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder