Frakland sigraði 1-0 yvir Peru í dagsins dysti og tryggjaði sær harvið víðari luttøku í HM-kappingini í Russlandi.
Eftir at Danmark spældi 1-1 javnleik móti Avstralia, skuldi Frakland í minsta lagið fáa ein javnleik fyri at verða á einum deildum fyrsta plássi. Ístaðin vunnu HM-vinnararnir frá 1998 dystin móti Peru, og tí ber ikki til hjá Avstralia at innheinta teir.
Einsamalla málið í dystinum kom eftir 34 minuttir, tá Kylian Mbappe úr PSG var skjótast á bóltinum, eftir at ein skotroynd fór heldur spakuliga móti málinum. Kylian Mbappe var fyrstu á bóltin og kundi lættliga prika bóltin í tóma málið.
Við hesum er bert eitt pláss eftir at sleppa víðari úr bólkinum. Danmark hevur 4 stig, meðan Avstralia hevur eitt. Í seinasta dystinum spæla Danmark móti Fraklandi, meðan Avstralia spælir móti Peru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald