Fótbóltur

Frakland og Spania livdu ikki upp til favorittleiklutin

Ungarn og Pólland fingu eitt gott stig hvør í gjár, og Týskland fekk trý týdningarmikil í sera undirhaldandi dysti móti Portugal. Seinasta umfar í EM-bólkaspælinum fer í gongd í dag við bólki A.

Ungarn hevur júst her skorað til 1-0 frammanfyri teimum 56.000 áskoðarunum í Budapest og harvið skelkað heimsmeistararnir (Mynd: EPA)

Ungarn hevur júst her skorað til 1-0 frammanfyri teimum 56.000 áskoðarunum í Budapest og harvið skelkað heimsmeistararnir (Mynd: EPA)

2021-06-20 12:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tríggir dystirnir í 2. umfari í bólkaspælinum vórðu leiktir í gjár, og talan gjørdist um heilt áhugaverdar og spennandi dystir.

Í Budapest gjørdi Ungarn sær dælt av heimavøllinum, og teir 56.000 áskoðarnir vóru við til at fáa eitt stig móti heimsmeistarunum, ið ger, at Ungarn framvegis hevur møguleikan at koma víðari úr deyðans bólki. Frakland fekk ikki sítt spæl at hanga saman í fyrra hálvleiki, og í yvirtíðini legði bakkurin Attila Fiola Ungarn á odda til stóran fagna fyri tey alalrflestu á áskoðaraplássinum. Eftir stegðin skapti útiliðið fleri málmøguleikar, og Antoine Griezmann javnaði miðskeiðis í hálvleikinum. Tað eydnast tó ikki liðnum hjá Didier Deschamps at fáa avgerðandi málið, og tí varð talan ikki beinleiðis um nakað gott úrslit hjá fraklendingum, ið tó liggja heilt væl fyri í mun til at koma víðari og hava ein ógvuliga spennandi dyst fyri framman móti Portugal mikukvøldið á Puskás Arena.

[object Object]
Fá høvdu væntað, at Ungarn fór at fáa nakað stig í kappingini, men í gjár kom eitt til høldar á heimavølli móti heimsmeistarunum og størstu favorittunum í kappingini (Mynd: EPA)

Júst Portugal fekk nærum eina dreymabyrjan í München í gjár, tí eftir eitt korter kom Diogo Jota í eina góða støðu í brotsteignum og spældi yvirum til ein púra frían Cristiano Ronaldo, sum legði Portugal á odda við sínum triðja máli í endaspælinum. Støðan í hálvleikinum var tó 2-1 til Týskland, tí tvey vælspæld týsk álop og hørð innlegg stutt fyri stegðin endaði við, at verjuleikarar hjá Portugal - ávíkavist Dias og Guerreiro - gjørdu sjálvmál. Stinnu týskararnir avgjørdu so at siga dystin fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, tá fyrst Kai Havertz og síðani vinstri vongbakkur, Robin Gosens, ið eisini átti tvey upplegg í dystinum. Jota minkaði um munin um miðjan seinna hálvleik, Portugal hevði aðrar møguleikar, men undirhaldandi dysturin millum tvey av sterkaru liðunum í endaspælinum.

[object Object]
Ronaldo skoraði aftur...

[object Object]
...men tað rakk ikki til sigurs - millum annað takkað verður einum vælleikandi Robin Gosens (Myndir: EPA)

Tað stendur ikki væl til hjá Spania. Í gjár eydnaðist tó tað, sum ikki eydnaðist hjá liðnum móti Svøríki: At skora mál. Alvaro Morata legði heimaliðið á odda í 25. minutti, men Pólland hevur ein framúr góðan áleypara, ið syrgdi fyri útjavnandi málinum tíðliga í seinna hálvleikinum. Spaniólar megnaðu ikki at taka leiðsluna aftur, hóast teir millum annað fingu eitt brotsspark stutt eftir 1-1 málið, og harvið hevur liðið hjá Luis Enrique knívin á barkanum undan dystinum móti Slovakia mikudagin, og bólkurin er púra opin. Lewandowski og Pólland eru á talvuni, og liðið hevur møguleika at spæla seg víðari við sigri á Svøríki í Sankta Pætursborg.

[object Object]Lewandowski javnaði...

[object Object]
Og Enrique hevur nógv at hugsa um komandi dagarnar (Myndir: EPA) 

Alt verður avgjørt í dag

Seinasta umfar í bólki A verður leikt í dag. Italia tekur í kvøld ímóti Wales. Eftir avrikini í fyrstu dystunum er Gli Azzuri stórfavorittur móti Bale og co, ið tó liggja heilt væl fyri í mun til at koma víðari. Fyrsta plássið í bólkinum er ímillum annað uppá spæl í Rom - í Baku skulu Sveis og Turkaland stríðast um at koma víðari. Bæði hava tørv á einum sigri  fyri at hava møguleika at røkka áttandapartsfinalunum- kunnu ikki brúka javnleik til nakað - og tí kann talan gerast um ein heilt spennandi dyst.


EM-bólkaspæl
Leygardagur 19.06

Bólkur F
Puskás Arena, Budapest
Ungarn - Frakland 1-1 (1-0)
45' Attila Fiola 1-0
66' Antoine Griezmann 1-1

Allianz Arena, München
Týskland - Portugal 4-2 (2-1)
15' Cristiano Ronaldo 0-1
35' Sjálvmál 1-1
39' Sjálvmál 1-2
51' Kai Havertz 1-3
60' Robin Gosens 1-4
67' Diego Jota 2-4

Frakland 4 stig
Týskland 4 stig
Portugal 3 stig
Ungarn 1 stig

3. umfar - 23. juni
20.00: Portugal - Frakland (Budapest)
           Týskland - Ungarn (München)

Bólkur E
La Cartuja, Sevilla
Spania - Pólland 1-1 (1-0)
25' Alvaro Morata 1-0
54' Robert Lewandowski 1-1

Svøríki 4 stig
Slovakia 3 stig
Spania 2 stig
Pólland 1 stig

3. umfar - 23. juni
17.00: Spania - Slovakia 
            Svøríki - Pólland


Í dag - 20.06
Bólkur A

17.00: Italia - Wales

           Sveis - Turkaland 

Italia 4 stig
Wales 4 stig
Sveis 1 stig
Turkland 1 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder