Hondbóltur

Frakland skal nú veruliga royna seg

Fyrstu fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum eru á skránni í kvøld - báðar í Zagreb. Evropameistararnir skulu spæla um hálvfinalupláss móti Egyptaland klokkan 20 - kroatisku vertirnir bresta saman við Ungarn klokkan 17.

Sterki franski striku- og verjuspælarin Ludovic Fabregas er ivasamur til alt-ella-einki dystin í kvøld (Mynd: EPA)

Sterki franski striku- og verjuspælarin Ludovic Fabregas er ivasamur til alt-ella-einki dystin í kvøld (Mynd: EPA)

2025-01-28 13:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú gerst tað heilt álvarsamt í HM-endaspælinum. Tapir man í fjórðingsfinalunum, so er endaspælið hjá einum av. Kemur man víðari, so er 75 prosent møguleiki fyri heiðursmerki.

Finalan verður spæld í Oslo-økinum sunnudagin 2. februar. Tvær fjórðingsfinalur eru á skránni í Unity høllini í Bærum í morgin - tvær tær fyrstu fjórðingsfinalurnar verða spældar í Zagreb í kvøld.

HM-fjórðingsfinalurnar 2025 
Í dag, týsdagin 28. januar
17.00: Kroatia - Ungarn
20.00: Frakland - Egyptaland

Mikudagin 29. januar:
16.30: Danmark - Brasil *
19.30: Portugal * - Týskland

*Fyrstu ferð at hesi londini eru við so seint í einum HM-endaspæli

Kroatia hevur tveir teir seinastu dystirnar vunnið á Íslandi og Slovenia og kemur harvið til dystin móti Ungarn við sjálvsálti - og sum favorittur. Tað at liðið hjá Dagur Sigurðsson spælir hendan dystin í Zagreb burdi verið ein stórur fyrmunur.

[object Object]

Seinni í kvøld, klokkan 20, bresta Frakland og Egyptaland saman. Frakland hevur millum annað spælt móti Niðurlondum og Ungarn, men tað verður nú, at størsta avbjóðingin higartil kemur.

Evropameistararnir hava higartil bert vunnið tryggar sigrar. Egyptaland fer at royna at standa ímóti við millum annað nógvari kropsligari styrki og snildni. Tað kann verða dýrt fyri Frakland, um sterki franski striku- og verjuspælarin Ludovic Fabregas ikki spælir. Hann er ivasamur til alt-ella-einki dystin í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder