Hondbóltur

Frakland vann EM á heimavølli

Fronsku kvinnurnar tryggjaðu sær sítt fyrsta evropemeistaraheiti við finalusigri á Russlandi.

Fronsku leikararnir fegnast saman við áskoðarunum í París
(Mynd: EPA)

Fronsku leikararnir fegnast saman við áskoðarunum í París (Mynd: EPA)

2018-12-16 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint seinnapartin spældu Frakland og Russland EM-finalu í París. Fronsku vertirnir høvdu tapt við trimum málum, tá liðini hittust í byrjunardystinum 29. november. Í dag var tað umvent: Frakland vann við trimum málum og er evropemeistari á fyrsta sinni. 

Franska liðið var á odda so at siga allan dystin. Tað leikaði sera javnt á fyrstu løtuna, men eftir at Frakland javnaði til 7-7, kom russiska liðið ongantíð á odda aftur. Anna Vyakhireva, ið varð vald til besta leikara í EM, fekk annars 7 mál og gjørdist toppskjútti í dag. Alexandra Lacrabére var toppskjútti hjá Fraklandi við seks málum.  

Yevgeni Trefilov og Russland royndu at fáa sítt fyrsta EM-heiti, men seinastu løtuna kom Russland ikki tættari enn -2, og freklendingar kundu fegnast um at gerast evropemeistari á heimavølli.

Frakland vann eisini HM í fjør. Franska liðið tapti bert fyrra dystin móti Russlandi í kappingini.

Fyrr í dag vann Holland bronsuna við 24-20 sigri á Rumenia.   

Frakland - Russland 24-21 (13-12)

Les eisini: Her er All Star liðið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder