Fótbóltur

Frálík føroysk úrslit á útivølli

KÍ vann 3-2 á oddaliðnum í Lettlandi og hevur harvið heilt góð kort á hondini undan søguliga dystinum við Djúpumýru. NSÍ skrivaði søgu við at fáa evropeiskt stig á útivølli fyri fyrstu ferð - tað endaði 0-0 í Helsinki.

Bubacarr Sumareh, ella Bob, skoraði og legði upp fyri KÍ í fyrra hálvleiki í Lettlandi. Oddur Árnason Højgaard var við til at halda málið hjá NSÍ reint í Helsinki (Mynd: Sverrri Egholm)

Bubacarr Sumareh, ella Bob, skoraði og legði upp fyri KÍ í fyrra hálvleiki í Lettlandi. Oddur Árnason Højgaard var við til at halda málið hjá NSÍ reint í Helsinki (Mynd: Sverrri Egholm)

2021-07-08 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veddingarfyritøkur góvu ikki føroysku liðunum stórar møguleikar fyri at fáa evropeisk stig og heilt góð útgangsstøði í fyrru dystunum í fyrsta undanumfari í Conference League. KÍ og NSÍ fingu tó víst, at tey megna at standa ímóti, og at tey eru við í kappingini fyri at spæla seg víðari, og tey fáa helst ein góðan túr heim saman í kvøld - leiguflogfarið við NSÍ-ferðalagnum fer úr Finnlandi um beint yvir ein tíma. Kósin gongur fyrst til Riga, har KÍ-ferðalagið bíðari. Síðani gongur leiðin til Føroya.

Í KÍ-leguni kunnu tey irða seg eitt sindur um, at liðið ikki hevur eina tvey-máls leiðslu við heim, og møguliga eisini at regulin um útivallarmál ikki er galdanndi longur. Tí oddaliðið í Betrideildini skoraði trý mál í og var tvær ferðir á odda við tveimum málum í Jūrmalas, ið er 25 kilometrar frá Riga og har hitin og slavna luftin í kvøld ikki var KÍ til fyrimuns. Áleyparnir hjá KÍ skoraði hvør sítt gott mál í fyrra hálvleiki, og liðið hjá Mikkjali Thomassen tyktist at hava so gott sum fult tamarhald á støðuni.

Eitt málverjumistak næstan beint eftir steðgin setti heimaliðið í gongd, og hóast RFS ikki skapti so nógv, so sótu teir meira á 2. hálvleiki, og KÍ'arnir høvdu ilt við at fáa samanhangandi spæl at koyra á grasinum. Tað var eyðsæð, at nógv orka varð nýtt, og tí var tað ein stórur lætti, tá Heini Vatnsdal tjúgu minuttir fyri í samband við hornaspark fekk bóltin í málið, umvegis ein verjuleikara. Heimaliðið fekk svarað aftur, men liðið úr Klaksvík skrivaði søgu við at gerast tað fyrsta føroyska felagið at vinna í Lettlandi. Tað endaði 3-2, og harvið hevur KÍ eitt heilt gott útgangsstøði undan dystinum, sum verður við Djúpumýru um eina viku. KÍ fer beinleiðis víðari við javnleiki ella sigri. Um RFS vinnur við einum máli, líkamikið um tað er 0-1, 1-2, 3-4 os..fr, so verður neyðugt við longdari leiktíð.

Málleyst í Helsinki

Tað var ikki nøkur málveitsla í Helsinki, har NSÍ vitjaði. Karstin Hansen, ið hesuferð vardi NSÍ-málið, hevði tvær bjargingar í 2. hálvleiki, har heimaliðið hevði onkran heilt stóran málmøguleika. FC Honka Espoo hevði eisini fleiri hornaspørk og onkur fríspørk, men verjuparturin hjá NSÍ, sum í ár hevur verið fyri atfinningum, var stinnur. 

Liðið hjá Allan K. Jepsen hevur latið 22 mál inn í 15 dystum í Betrideildini, men í kvøld megnaðu teir, sum í kvøld vóru heilt svartklæddir, at skriva søgu fyri felagið við at halda málið reint. Í 15. evropeiska útidystinum í søguni hjá NSÍ eydnaðist tað loksins at "vinna sær eitt stig". Í øllum hinum førum er NSÍ farið av vøllinum við tapi. Honka Espoo er ikki millum fremstu liðini í Finnlandi í ár, og nú kunnu runavíkingarnir sláa teir út við sigri á Svangaskarði. Um hesin dysturin eisini endar javnur eftir 90 minutt - líkamikið hvussu nógv mál verða skoraði - so verður neyðugt við longdari leiktíð.

UEFA Europa Conference League
Hósdagin 08.07

Slokas Stadiona, Jürmala
RFS - KÍ 2-3 (0-2)
21' Bubacarr Sumareh 0-1
33' Páll Andrasson Klettskarð 0-2
49' Ziga Lipuscek 1.2
70' Heini Vatnsdal 1-3
78' Arturs Zjuzins 2-3

KÍ (4-4-2): Mattias Rosenørn - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Jesper Brinck - Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Dani Pavlovic, Claes Phillip Kronberg - Páll Andrasson Klettskarð, Bob Sumareh

Á vøllin í 2. hálvleiki komu: Boris DošljakJonn Johannessen, Ivar Sollie Rønning, 

Bolt Stadium, Helsinki
FC Honka Espoo - NSÍ 0-0 

NSÍ (3-4-3/5-4-1): Karstin Hansen - Pætur Hentze, Oddur Árnasson Højgaard, Jákup Jacobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Betuel Hansen, Tróndur Jensen - Jacob Trenskow, Klæmint Andrasson Olsen, Mikkel Elbæk Jakobsen

Á vøllin í 2. hálvleiki komu: Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen og Sølvi Sigvardssen

Seinnu dystirnir verða leiktir í Føroyum um eina viku, hósdagin 15. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder