Fótbóltur

Frálíka kappingarárið hjá Gunnari Vatnhamar og Víkingi Reykjavík heldur fram

Føroyski landsliðsmiðverjin á vikuliðnum fyri fjórðu ferð fyrstu níggju umførini, og liðið er ósigrað oddalið í Íslandi.

Royndi leirvíkingurin er týðandi í miðverjuni á føroyska landsliðnum og í íslendska meistarafelagnum, har hann spælir á fjórða ári (Mynd: Sverri Egholm)

Royndi leirvíkingurin er týðandi í miðverjuni á føroyska landsliðnum og í íslendska meistarafelagnum, har hann spælir á fjórða ári (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-29 09:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í vikuni vann Víkingur Reykjavik 3-1 í Garðabær móti Stjarnuni. Harvið er høvuðsstaðarfelagið framvegis á meistarakós, annað árið á rað:

Úrttøkan eftir níggju umfør er 25 stig (átta sigrar og ein javnleikur). Liðið hjá Gunnari Vatnhamar hevur trý stig niður til tættastu kappingarneytarnar, KR.

Júst Gunnar Vatnhamar hevur staðið sterkur í myndini. Móti Stjarnuni fekk 31-ára gamli leirvíkingurin aftur góð skoðsmál, og hann kom á vikuliðið fyri "Besta Deild Karla".

[object Object]
Gunnar Vatnhamar á vikuliðnum saman við millum annað Víkinga-liðfelaganum Gylfa Sigurðsson 

Sum fýra-talið útfrá myndini av Gunnari omanfyri vísir, so hetta longu fjórðu ferð í ár, at føroyski landsliðsspælarin er á vikuliðnum í Íslandi.

Hetta er fjórða kappingarárið hjá Gunnari Vatnhamar í Íslandi. Hann hevur verið við at vunnið tvey íslendsk meistaraheiti, steypakappingini og søguliga góða gongd hjá felagnum í Evropa.

Í næstu viku fer miðverjin við landsliðnum til Baltic Cup.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder