Føroyska hondbóltslandsliðið og HSF er komið í eina heldur kroysta støðu. Avgerandi dysturin um pláss í HM-endaspælinum 2025 er á skránni sunnudagin, og hann nærkast heldur skjótt.
Støðan er tann, at føroyska ferðalagið skuldi koma til Skopje um midnáttarleitið føroyska tíð - í løtuni er tað fast á Vágoynni. Tað eydnaðist ikki at koma til Keypmannahavnar seinnapartin.
Les meira: Landsliðið strandað í Føroyum tvey samdøgur áðrenn-lagnudystin í Skopje
Hópurin er savnaður á Hotel Vágum, meðan bíðað verður eftir at møguliga sleppa til Billunds í kvøld. Hetta er tó tengt at, at flogfarið úr París lendir. Tað skuldi tað í fyrstu atløgu 18.30, síðani 19.45, og nú stendur tað til møgulig at lenda um eitt korter (klokkan 20.40).
Til ber at fylgja við har - í løtuni er RC 470 yvir Sandoynni
Sum støðan er nú við tjúkkum mjørka, umframt síðuvindi og heldur keðiligari ætt, sær tað tó svart út.
Flogfarið er í "holding" - í bíðustøðu - yvir føroysku oyggjunum í løtuni við nógvum ferðafólki. Tey eru helst ótolin at sleppa niður at. Síðsta freist at lenda er umleið klokkan 21.
Hópurin sat eina á flogvøllinum, men er nú á gistingarhúsið beint við (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í mun til dystin sunnudagin, so er tað týdningarmikið at koma á staðið í góðari tíð. Soleiðis fær liðið hvílt seg væl, fyrireika seg rætt og hugsavna seg heilt um stóran dystin.
Í løtuni er ivamál um, hvønn flogvøll man flýgur til og nær. Tað er púra óvist, nær landsliðið sleppur úr Føroyum. Tì ræður serliga veðrið fyri. Alt hongur í leysari luft, og í Hondbóltssambandinum og kring har er man helst ikki álvuligur við støðuna.
Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at stuðlar fara at útvega eitt leiguflogfar. Hetta varð eisini nevnt í Degi & Viku fyri løtu síðani. Her skal tó nógv til.
Um tað óvæntaða skuldi hent, at tað eydnast RC 470 at lenda innan næsta stóra hálva tíman, so sleppur ferðaliðið til Billund í kvøld og síðani víðari tíðliga í morginárini. Í so fall er man frammi í Skopje umleið klokkan tvey í morgin. Hetta er "best møguliga støðan".
Portalurin fylgir støðuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald